Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Breið undirtøka fyri longdum barsilsgjaldi

LØGTINGIÐ: Allir flokkar á tingi taka undir við at leingja goldna barsilsfarloyvið við tveimum vikum. Men framsøgufólkini vóru ikki á einum máli um vikurnar skuldu markast til annað av foreldrunum ella fara í puljuna, har foreldrini sjálvi velja. Hinvegin nevndi einki framsøgufólk, at eftirlønargjaldið skuldi fylgja teimum sáttmálum, sum mamman ella pápin ganga eftir, tá tey eru í barsilsfarloyvi
 
Øssur Winthereig, PRESS
 
Full semja var í løgtinginum týsdagin um uppskotið at leingja barsilsfarloyvið við tveimum vikum, tá lógaruppskotið var til 1. viðgerð. Ætlanin er at leigja tíðarskeiðið úr 44 vikum í 46 vikur.
 
At semja var millum allar flokkar kann nokk eisini skyldast, at pengarnir til longda barsilsfarloyvið fara úr barsilsgrunninum og ikki av nakrari almennari konto. Barsilsskipanin er ein avtala millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
 
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, vísti á, at fíggjarligt rúm var fyri at leingja barsilsfarloyvið, tí í barsilsgrunninum vóru 13 milliónir krónur, og tað kostar grunninum 4 milliónir krónur at leingja barsilsfarloyvið.
 
- Eg hevði umhugsað at skotið upp at longt farloyvið við trimum vikum, tí ráð høvdu verið til tað, men tað endaði við tveimum, segði Henrik Old, landsstýrismaður.
 
Leggja túr burturímillum
Kristin Michelsen, framsøgumaður í Javnaðarflokkinum, var ikki fyri at marka part av barsilsfarloyvinum til pápar.
 
- Í útjaðaranum er tað ofta maðurin, sum er høvuðsforsyrgjari, og tað ber ikki til at nokta einum manni at fara ein túr. Tað ber ikki til at áleggja manninum at fara í farloyvi. Foreldrini mugu finna út av tí sínámillum ella mugu tey fara hvør til sítt, helt Kristin Michelsen.
 
Kortini tóktist ikki, sum øll javnaðarfólk tóku undir við Kristini. Fleiri vístu ikki aftur, at í hvussu so er onnur vikan kundi markast til pápan.
 
Landsstýrismaðurin gjørdi greitt, at um rættarnevndin broytti tað til, at pápi og mamma fingu hvør sína viku, so hevði hann einki móti tí.
 
- Eingin alarmur her um ein vika skal markast til pápan, segði landsstýrismaðurin.
 
Undir viðgerðini kom fram, at Bill Justinussen úr Miðflokkinum hevði broytt støðu til at marka farloyvi til pápan.
 
- Eg havi broytt sjónarmið og haldi at størri partur av barslinum skal lóggevast til pápar. Einki hevði farið av skipanini, um báðar vikurnar vórðu markaðar til pápan, segði Bill Justinussen.
 
Bill vísti á, at umframt barn og foreldur, so vóru arbeiðsgevarar eisini ein týðandi partur av barsilskipanini.
 
Ikki frítt val hjá foreldrunum
- Nógvir arbeiðsgevarar hava tann hugburð, at tað er óneyðugt, at pápin fer í barsil. Tað hevði eisini ávirkað arbeiðsgevaran at hugsa, at pápin eisini hevur rætt at vera saman við barninum, um vikurnar vórðu markaðar til pápar. Hetta er ein reellur trupulleiki. Tað er ikki so, at familjan sjálv velur, tí arbeiðsgevararin er ein orsøk til valið hjá foreldrunum. Tí er valið hjá foreldrunum ikki so frítt, sum vit vilja gera tað til, segði Bill Justinussen.
 
Eftirlønargjaldið omaná
Tað tóktist eisini vera semja um, at tað var gott, at eftirlønargjaldið nú verður lagt oman á útgjaldið, heldur enn drigið frá áðrenn.
 
Men einki tingfólk nevndi spurningin um, hvussu høgt eftirlønarprosentið skuldi verða. Í uppskotinum verður víst til lógina um pensjónsuppsparing, har prosentið í ár er trý prosent og hækkar til fýra prosent næsta ár.
 
Starvsmannafelagið helt í sínum hoyringsskrivi, at eftirlønargjaldið skuldi fylgja teimum sáttmálum, sum foreldrini hava, tá tey fara í barsilsfarloyvi. Tað vil siga, at hjá starvsmannafelags limum átti eftirlønarprosentið at verið 15 prosent.
 
Sonja Jógvansdóttir helt uppskotið vera eitt stig rætta vegin, men eftirlýsti einum generellum orðaskifti um, hvussu barsilsskipanin skal rigga.
 
- Spurningurin um barsil hevur eisini við javnstøðu í samfelagnum at gera. Um kvinnurnar taka mesta barsilin, so hevur tað við sær lægri lívsløn til kvinnur og tí eisini lægri eftirløn, tá tann tíðin kemur, helt Sonja Jógvansdóttir.
 
Fleiri tingfólk nevndu eisini møguleikan at hækka mesta útgjaldið, sum í dag er 25.000 krónur.
 
Málið var beint í rættarnevndina.