Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Breið semja um Búskapargrunn Føroya

Dan Klein --- 29.04.2018 - 09:09

Við 26 atkvøðum fyri og einari ímóti samtykti Løgtingið í vikuni at broyta lógina um Búskapargrunn Føroya. Í stuttum var talan um bæði tillagingar og broytingar í ásetingum um endamál, inntøkur og útgjald.

Trý høvuðsendamál vóru við broytingunum:
Búskapargrunnurin skal virka konjunkturjavnandi í mun til inntøkur og útreiðslur landskassans. Hetta verður tryggjað við, at íløguavkast hjá grunninum verður rindað landskassanum, um inntøkulækking er hjá landinum. Tá inntøkuhækking er, verður onki íløguavkast rindað úr grunninum. Eisini verður partar av avlopi landskassans flutt í Búskapargrunnin tá avlop er.

Búskapargrunnurin skal virka javnandi í mun til sveiggjandi tilfeingisinntøkur. Gerast inntøkur landskassans frá fiski- og alivinnuni størri enn ávíst mark, so verða hesar verandi í grunninum, býttar í sjey eins partar, og rindaðar landskassanum yvir sjey fylgjandi ár í eins stórum pørtum.

Støðisfæ Búskapargrunsins skal hartil gagnnýtast betur sum partur av kravda gjaldføri landskassans, sum í alt er 15% av BTÚ. Støðisfæ grunsins kann framyvir nýtast til at veita trygd fyri 10% av samlaða ásetta minsta gjaldførinum. Hetta økir møguleikar landskassans at minka skuldina í komandi tíðum. 

Hartil er endamál Búskapargrunsins dagført og fevnir um fylgjandi:
Búskapargrunnur Føroya skal stuðla undir langtíðarhaldføri í einum sjálvberandi føroyskum búskapi við at virka fyri:
búskaparligum sjálvbjargni,
búskaparligum støðufesti/konjunkturjavning og
samhaldsfesti millum ættarlið.

“Fegin um, at breið semja nú er um búskapargrunnin, og at hesin nú og framyvir í størri og størri mun fer at stuðla undir búskaparligum støðufesti, sjálvbjargni og samhaldsfesti millum ættarlið. Búskapargrunnurin er og verður harvið eitt týðandi amboð at tryggja okkara búskap framyvir”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Fakta 
Endamál Búskapargrunsins er at stuðla undir langtíðarhaldføri í einum sjálvberandi føroyskum búskapi við at virka fyri búskaparligum sjálvbjargni, búskaparligum støðufesti/konjunkturjavning og samhaldsfesti millum ættarlið.

Lógarbroyting í 2016 gjørdi, at partar av avlopinum á fíggjarlógini fer í búskapargrunnin. Ítøkiliga er talan um 20% av avlopinum upp til 200 mió. kr. og 50% av avlopinum omanfyri 200 mió. kr. Í 2016 varð rindað fyrstu ferð í grunnin, tá ið pensjónsfelagið Lív varð einskilt. 

2017 varð serstaka vinningsbýtið frá BankNordik flutt í grunnin, og somuleiðis eru partar av avlopinum fyri fíggjarárið 2017 flutt í grunnin.

Við árslok 2017 eru 336 mió.kr. í grunninum.

Løgtingsmálið kann lesast her: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=3747