Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Breið semja størri týdning enn forskatting

TEMA UM PENSJÓNSNÝSKIPAN: Stóð tað til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, varð forskattingin av eftirlønini broytt aftur. Samgongan valdi tó at seta ferð á arbeiðið at fáa breiða semju um pensjónsnýskipanina fyrst – heldur enn beinanvegin at rulla forskattingina aftur 
 
Ingolf S. Olsen – PRESS
 
Meðan nýggju stjórnarflokkarnir sótu í andstøðu, søgdu fleiri av teirra umboðum seg ætla at rulla forskattingina av eftirlønaruppsparingunum aftur, beinanvegin tey fingu valdið.
 
Ein teirra var Kristina Háfoss, sum nú er fíggjarmálaráðharri.
 
Men nýggja samgongan hevur tó ongar ítøkiligar ætlanir um at gera bart og steðga forskattingini í einum høggi nú.
 
Samgongan hevur nevniliga valt fyrst at raðfesta eina breiða semju um alla pensjónsskipanina.
 
- Vit vita øll, at hetta pensjónsnýskipanararbeiðið hevur sera stóran týdning at fáa gjørt beinanvegin. Og tá vit vilja hava eina breiða semju, so hava vit fokuserað upp á at koma á mál við tí.
 
- Millum fólk hevur eisini stórur ótryggleiki valdað rundan um pensjónsøkið seinastu tíðina. Nógv fólk seta spurnartekin við, hvør ætlanin er, og sleppa tey undan, so spara tey als ikki upp í løtuni, tí tey vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða. Tí hevur nýskipanin skund, sigur Kristina Háfoss.
 
Haldførið skalað
Forskattingin hevur sum so onki við sjálvan veitingarpartin at gera – støddina á pensjónunum, og hvussu tær eru samanskrúvaðar. Men hon hevur stóran týdning í mun til ávirkanina, sum almannapensjónir og eftirlønaruppsparingar hava á langtíðar haldførið í búskapinum.
 
Tí skatturin av eftirlønarinngjøldunum verður ikki lagdur til síðis at brúka, tá inngjaldararnir verða pensjoneraðir og fáa rætt til ymiskar vælferðartænastur og -sømdir og annars generelt oftari fáa brúk fyri skattafíggjaðum tænastum innan almanna- og heilsuverkið.
 
Kristina Háfoss vísir tó á, at í tann mun Samhaldsfasti økist meira og eginuppsparingin minni, so bøtir hetta eisini um trupulleikarnar av forskattingini. Tí Samhaldsfasti verður skattaður við útgjaldi sum vanlig løn.
 
Eisini verður partur av avlopi landskassans í næstum sett í Búskapargrunn Føroya, ið kann vera við til at styrkja búskaparliga grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum yvir tíð.
 
Skeivt at forskatta
Tvungna eftirlønaruppsparingin, sum undanfarna samgonga setti í verk, hevur alla tíðina verið ein týðandi táttur bæði í uppskotunum frá serfrøðiliga arbeiðsbólkinum og ávegis politisku semjunum í politisku fylgibólkunum, síðani nýskipanararbeiðið byrjaði í 2006.
 
Men forskattingin av pensjónunum var eitt politiskt stig, sum undanfarna samgongan tók einsæris, samstundis sum tvungna eftirlønaruppsparingin varð samtykt í 2013 og sett í verk í 2014.
 
Kristina Háfoss leggur dent á, at hon enn heldur, at tað var grundleggjandi skeivt at fara undir forskatting av eftirlønunum. Stóð tað til hana, varð hetta broytt.
 
- Tí vit hava brúk fyri skattainntøkunum, so hvørt sum talið av pensjonistum økist. Nú eru fýra fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjonist, men um ikki so øgiliga nógv ár verða tað bara tvey fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjonist.
 
- Tí er tað eisini týdningarmikið, nú vit gera hesa pensjónsnýskipanina, at vit hyggja at, hvussu vit tryggja, at inntøkurnar hjá landi og kommunum í størri mun koma at fylgjast vit talinum á pensjonistum. Hetta fyri at tryggja fíggjarliga haldførið og vælferðarsamfelagið frameftir. Tað hevði verið nógv lættari at fingið tølini at fylgst, um eftirlønirnar ikki vóru forskattaðar, men skattaðar við útgjaldi, sigur hon.
 
Tað verða alt færri arbeiðsfør í mun til talið á pensjonistum:
 
TEMA UM PENSJÓNSNÝSKIPANINA: Heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum varpar ljós á arbeiðið at umskipa pensjónsøkið til framtíðina, sum er eitt av teimum stóru málunum hjá hesi samgonguni. Hettar er onnur greinin í eini greinarøð, sum Ingolf S. Olsen, journalistur, skrivar.