Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Breið politisk semja ger Marknagilsdepilin til veruleika í 2013

Eftir nógv ár við politiskari ósemju eydnaðist tað á vári 2008, at fáa semju millum allar flokkar á Løgtingi um, at fara undir at byggja Skúladepilin í Marknagili. Tekniski Skúlin, Handilsskúlin og Studentaskúlin í Tórshavn høvdu í áravís havt átroðkandi tørv á nýggjum hølum, og øll fegnaðust tí eisini um, at semjan nú varð veruleiki og ferð kundi setast á hesa týðandi verkætlan.

Nýggi skúladepilin fór hartil at geva nýggjar møguleikar fyri samstarvi tvørturum útbúgvingarnar. Hetta samsvaraði avbera væl við miðnámsskúlanýskipanini, ið stóð fyri framman.

Ríkiliga stórur fíggjarkarmur

Fyri at tryggja, at fíggjarligi karmurin skuldi vera tryggur, varð í uppruna lógini frá 2008 valt at seta eina upphædd av, ið samsvaraði við fermeturprísin á nøkrum av dýrastu skúlaverkætlanunum, ið vórðu settar í gongd um tað mundið. Hetta var enntá í tíðarskeiðnum áðrenn fíggjarkreppuna, ið veruliga byrjaði at gera um seg í september 2008. Settar vórðu av 23.000 kr. fyri hvønn fermetur (17.000). Íalt 391 mió. kr. Hartil skuldu væntast 60 mió. kr. til innbúgv og útgerð. Samanlagt 451 mió. kr.

Skúladepilin skuldi vera klárur at taka í nýtslu í 2013

Tíðarætlanin varð eisini løgd beinanvegin. Verklagslógin varð samtykt á vári 2008, og eitt ár seinni skuldi projekteringin vera liðug. Eftir ætlan skuldi fyrsti parturin av skúladeplinum kunna takast í nýtslu longu á sumri 2011, meðan samlaði Marknagilsdepilin skuldi takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2013.

3-4 ára útseting hevur helst kostað minst 50 mió. kr.

Men tíverri hava samgongurnar (ABC og ABDH), ið tóku við eftir CHE-samgonguna á heysti 2008, valt at útseta byggiverkætlanina. Samanlagt er verkætlanin útsett í 3-4 ár – higartil. Hetta hevur dýrkað verkætlanina munandi.

Prísvøksturin seinasta árið hevur verið 2,4%. Miðalprísvøksturin 2008-2012 hevur verið góð 2%. Sostatt vil verkætlanin bert vegna seinking á 3-4 ár, og príshækking í tíðarskeiðnum, verða dýrkað 30-40 mió. kr. Hartil kemur munandi øktur kostnaður av, at uppihalda projektvirkseminum – projektleiðara, ráðgevum v.m. – yvir tíðarskeiðið. Eisini vil longd byggitíð kosta munandi upphæddir, í mun til, um bygt verður so skjótt sum møguligt. Afturvendandi ivin um útbjóðingarhátt og fleiri broytingar hesum viðvíkjandi hava helst eisini dýrkað verkætlanina. Hartil kemur, at um farið varð undir byggingina sum ætlað, tá fíggjarkreppan av álvara gjørdi um seg, samstundis sum byggivinnan hevði ovurstóran tørv á nýggjum virksemi, hevði Marknagilsdepilin uttan iva kunna verið gjørdur til væl lægri kostnað enn nú í 2013 og komandi árini.

Veruleikin er sostatt, at politiska skipanin sjálv hevur dýrkað verkætlanina munandi – helst yvir 50 mió. kr. – við at útseta hana í fleiri umførum.

Takið ábyrgd av egnum vali av byggisniði

Eftir fyrireiking og útbjóðing av skúladeplinum hevði ABC-samgongan sum kunnugt møguleika at velja millum fleiri uppskot til snið og veitarar. Valt varð at fara víðari við verkætlanini, sum vit nú kenna. Hetta var eitt val, ið landsins leiðsla, við eitt nú Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum (sum eisini eru í samgongu í dag), tók.

Øll hava alla tíðina vitað, at talan var um eitt sera djarvt val. Eitt óvanligt byggisnið í Føroyum, men samstundis ein sera vakur bygningur, ið veruliga kann koma at standa sum ein varði í Føroyum. Kanska eins og Harpa í Reykjavík.

Byggifrøðiliga ráðgevingin hevur hartil aftur og aftur tryggjað politiska myndugleikanum, at ætlaði leisturin vil eydnast – eitt nú í mun til føroyska veðurlagið.

Bæði núverandi og undanfarna samgonga hava síðan brúkt fleiri ár og fleiri tíggjutals mió. kr. til at arbeiða víðari við hesi verkætlan. Yvir 40 mió. kr. eru brúktar til fyrireikandi arbeiðið.

Tá Marknagilsdepilin at enda varð útbjóðaður vístu boðini at kostnaðurin fór at gerast meira enn 150 mió. kr. hægri enn karmurin. Hetta kom óvart á nógv. Eftir nærri samráðingar og smávegis tillagingar í verkætlanini hevur Landsverk nú fingið samráðst seg til, at gera Marknagilsdepilin til veruleika fyri 70 mió. kr. meira enn uppruna játtanina í 2008. Sum skilst ber til at fáa hetta talið enn longur niður. Tá havt verður í huga, at verkætlanin helst er dýrkað væl yvir 50 mió. kr. bert vegna seinkingina, so er talan um minni enn 20 mió. kr. í øktum kostnaði til 3 skúlar í mun til uppruna karmin. Hetta enntá hóast ABC-samgongan valdi eitt sera serstakt og krevjandi byggisnið, í mun til tað, ið vit vanliga kenna í Føroyum. Tað undrar tí at samgongufólk nú seta spurnartekin við verkætlanina, og at summi enntá mæla til heilt at sleppa henni.

Samgongan játtar fleiri 100-tals mió. kr. til tunnilsverkætlanir

Tí tað er ikki fíggjarligi karmurin, ið tykist at vera trupulleikin hjá samgonguni. Samgongan hevur eitt nú lagt fram verklagslóg á 150 mió. kr. til Viðareiðistunnil. Hetta er fyrsta stigið í eini størri verkætlan Norður um Fjall v.m., ið samanlagt væntandi kostar nærum 500 mió. kr. og harvið meira enn Skúladepilin í Marknagili.

Eisini hevur samgongan sett 12 mió. kr. av til fyrireiking av privatari útbjóðing av Skálafjarðatunnlinum. Hetta hóast almennu myndugleikarnir meta, at verður tunnilin gjørdur av privatum kemur hesin, yvir eitt áramál, at kosta føroyingum langt yvir 1 mia. kr. meira, enn um hesin varð gjørdur av landinum. Hetta vegna krøv til avkast frá privatum íleggjarum og dýrari fíggingarkostnaði. Havi enn ikki hoyrt nøkur samgongutingfólk mótmælt hesum.

Hví gera nøkur samgongutingfólk tað so til ein trupulleika at játta nakrar fáar mió. meira til teir 3 miðnámsskúlarnar, ið nú skulu byggjast í Marknagili ? Hevði tað verið nakar trupulleiki um Marknagilsdepilin ikki var í Tórshavn ?

Steðgið við at renna undan ábyrgd

Staðfestast kann, at allir flokkar á Løgtingi hava tikið undir við verklagslógini um Marknagilsdepilin í 2008. ABC-samgongan og ABDH-samgongan hava síðan sjálvar valt at útseta verkætlanina í 3-4 ár og harvið dýrkað hana helst yvir 50 mió. kr.

ABC-samgongan valdi eisini eitt byggisnið og ein bygning, ið er nýskapandi og avbjóðandi.

Hartil eru higartil nýttar yvir 40 mió. kr. til fyrireiking.

Tað er tí syndarligt at vera vitni til, at samgongutingfólk úr øllum ættum nú royna at renna undan ábyrgd tá umræður Skúladepilin í Marknagili við alskyns umberingum. Eitt nú at hesin ikki egnar seg til føroyska veðurlagið. Hetta hóast somu flokkar hava valt byggisniðið og at byggifrøðiliga ráðgevingin aftur og aftur hevur tryggjað at hetta er í lagi. Eisini verður víst á økta kostnaðin, hóast somu flokkar eru høvuðsorsøkin til, at kostnaðurin er vorðin hægri enn uppruna karmurin.

Nú klárt er at fara í gongd tykist tað sum fleiri vilja renna undan ábyrgd. Hetta er óvirðiligt.

Landið eigur at megna minst tað sama sum kommunan

Til samanberingar kann nevnast, at Tórshavnar Kommuna seinastu fáu árini hevur bygt tveir nýggjar fólkaskúlar – á Løgmannabreyt og á Argjahamri – fyri samanlagt nærum somu upphædd, ið Skúladepilin í Marknagili kostar.

Sjálvandi eigur landið eisini at megna at lyfta sína ábyrgd tá umræður miðnámsskúlaøkið. Alt annað kann als ikki góðtakast.

Breið semja vil tryggja at Marknagilsdepilin fer í gongd sum skjótast

Tað einasta rætta er, at landsstýrið sum skjótast kallar allar teir politisku flokkarnir - sum eisini upprunaliga vórðu samdir um fara at byggja Skúladepilin í Marknagili - til fundar í Mentamálaráðnum fyri at gera semju um, at fáa til vega ta lutfalsligu avmarkaðu fígging, ið skal til afturat, fyri at gera Marknagilsdepilin til veruleika.

Tí tað má ikki henda - einaferð enn - at ein lítil minniluti í samgonguni verður ráðandi, framum ein stóran meiriluta á Løgtingi og í Føroyum.

Hartil vita vit, at fyri hvønn dag, ið verkætlanin nú verður útsett, dýrkar hon. Fyri hvønn dag, ið verkætlanin verður útsett, vísir politiska leiðslan í hesum landinum hartil, hvussu illa hon megnar at gera verkætlanir til veruleika, ið veruliga hava týdning um vit meina nakað við, at raðfesta okkara ungdóm, útbúgving, trivna og at fáa fólkavøkstur aftur í Føroyum.

Hetta er veruliga ein av teimum íløgum, ið vit ikki hava ráð til ikki at gera. Latið okkum tí saman gera Skúladepilin í Marknagili til veruleika sum skjótast.

Við ynskjum um eitt eydnuberandi nýggjár fyri Føroyar og allar føroyingar – og við ynskjum um, at 2013 gerst árið, tá ein breið politisk semja á Løgtingi setir ferð á at gera Skúladepilin í Marknagili til veruleika – einaferð enn.

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og næstforkvinna í Løgtingsins Fíggjarnevnd