Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Breaking News

Sambært Fíggjarmálaráðharranum so vóru føroyingar rættiligir letingar áðrenn flatskatturin varð settur í verk. Teir tímdu heilt einfalt ikki at arbeiða, segði hann orðarætt. Tað vil siga tað sama sum, at var flatskatturin ikki komin, so høvdu allar útbyggingar síðan flatskatturin varð skundaður í gjøgnum, als ikki verið gjørdar.

Bakkafrost hevði hildið afturv við útbyggingum. Uppisjóarvirki á Tvøroyri hevði ikki staðið har tað stendur í dag, eins og uppisjóarvirki í Fuglafirði, hevði bert verið ein hvørvusjón. Bank Nordic hevði framvegis húsast í sínum gomlu bygningum, eins og vindmylluparkin hjá SEV hevði ikki komið uppá tal. Útbyggingin hjá LUNA har Atli Gregersen, stjóri sum í løtuni við síni nýhugsan og framfýsni er í ferð við eini ætlan, hon hevðiverið deyð í egginum, um eingin flatskattur var sum einki . Ein ætlan um hon eyðnast, kemur at kollvelta framtíðar alivinnu. o.s.fr.

Fíggjarmálaráðharrin má halda føroya fólk verða skítbítt, tí sjálvsagt eru tey greið yvur, at flatskatturin hevur einki sum helst at gera við tann framburð, ið hevur verið her á landið. Alivinnan eins og uppisjóarvinnan hava uppá nøkur fá ár skapt eina rúgvu av arbeiðsplássum, og hesi arbeiðspláss høvdu komið óansæð flatskatt ella ei.

At skýra arbeiðsfólk til at vera dovin, og ikki tíma at arbeiða, tað er forb.... langt úti. Og tann vøkstur ið hevur verið av skattainntøkunum, tað eigur vinnulívið og tað arbeiðandi fólki æruna av. Tá Fíggjarmálaráðharrin í fjølmiðlunum er errin av, at skattainntøkurnar nu eru á hædd við skattainntøkurnar í 2011, tá javnaðarflokkurin hevði fíggjarmál úti í landsstyrinum, vísur hann her sína politisku ómegd, eins og hann kastar torvmold í eyguni á fólki.

Í 2011 gjørdist 800 fólk arbeiðsleys tá Faroe Seafood fór á húsagang. Alt fiskaarbeiði á landið lá stilt teir fyrstu 3 mánaðarnar av 2011, eins og nærum allur fiskiflotin lá við bryggju hesa tíðina. Hóast tað, so klaraði samgongan uttan fólkaflokkin og við Aksel V.Johannesen sum fíggjarmálaráðharra at minka undirskotið á fíggjarlógini frá eini hálvari milliard niðr í 300 milliónir krónur.

Hinvegin so hava vit havt eina søguliga og óhoyrda framgongd í búskapinum uppá, imillum 2-3 milliardir, við einum nærum upphitaðum búskapi, við 1700 nýggjum arbeiðsplássum, ja so er støðan hin øvugta. Tí sambært tølum frá Hagstovuni, so høvdu almennu føroyar eitt hall uppá eina góða millión um dagin fyri árið 2013.Taka vit so forskattingina av pensiónum burtur úr, verður hallið á fíggjarlógini størri í 2015 enn tá ið sitandi samgonga tók við. Hetta eru garparnir ið ákæra javnaðarflokkin fyri ikki at duga at umsita skattaborgarans pening.

Í staðin fyri at fíggjarmálaráðharrin sigur seg verða errin av búskaparligu støðuni, so hevði ein og hvør annar kropið í eitt músahol av berari skomm.

Frank Davidsen