Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BREAKING NEWS: Hetta eru okkara valevnir

Hóast listarnir vóru inni í gjár klokkan 18:00, so er okkara listi ikki komin út á tíðindaportalarnir, tó at vit hava ein sterkan lista við nøvnum á kontroversiellum persónum, sum vilja nakað, og sum meina nakað. Eitt undantak var tó við VP, sum almannakunngjørdi listan í gjár. Men Framtakið er álopinð av tøgnmentanini. Marginaliseringin og útspillingin av flokkinum var sett í gongd langt undan valinum, og heldur nú fram.

Arnfinn á Birtuni
Hallur Hjalgrímson Djurhuus
Høgni "kryll" Joensen
Rebekka Vestergaard
Dan Klein
Leif Vestergaard
Jákup Hans Heinesen
Hanus Vang
Maibrit Jóhanna Reyná
Ragnar Eyvindsson
Katja Kristinnsdóttir
Palli Justesen"Reyðipalli

Vit mynstra 25% kvinnur, hvør annar flokkur klárar tað?

Hvørki miðlar, stovnar, høgra- ella vinstrapressa sýnast vilja hava sannleikan inn um tinggátt, tí lygnin er teirra størsti vinur, má gangast út frá. Og pressan trívist væl í lummaulluni hjá maktini, og hevur lært at gera eftir harraboðum.

Men gott val øll somul. Tað eru góðar orsøkir at skifta flokk. Klára vit at gera okkum galdandi, so verður tað sjálvandi ein prioritering, at endavenda Mentamálaráðnum, og seta krøv um, at skal KvF halda fram, so skal eisini hesin stovnurin virka óheftur, og eftir fólkaræðisligum mannagongdum, fyri at fólk aftur kunnu hava álit á stovninum.

Eydnast tað ikki, ja, so kann stovnurin bara niðurleggjast, sum skjótast, tí sum er, tíma og orka fólk ikki hendan stovnin, sum framleiðir klipt og skorið tilfar, sum ikki kann takserast sum annað enn Fake-news, sum onki hevur við fólkaræði at gera.

Vit kunnu bara spyrja, hví tað eru so stórur partur av føroyingum, sum ikki ivast í, at ávísur flokkur stýrir KvF?

vh

Framtakið fyri at velja kannabis