Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brasilia framleiðir sjóvorku

Skipanin sum Tórshavnar kommuna er farin undir við at framleiða hita til gott 5000 fermetrar stóra Boðanesheimið burturúr sjonum, er helst ein áhugaverd skipan fyri onnur lond eisini.

Fleiri lond, landslutir, felagsskapir og vinnulig virki hava havt framsýningar og kunning á basum í sambandi við altjóða umhvørvisráðstevnuna RIO+20. Tekniski stjórin hjá Tórshavnar kommunu vitjaði fleiri av hesum framsýningunum. Hóast hann ikki kom fram á nakað annað land, sum nýtti orku úr sjónum á sama hátt sum Tórshavnar kommuna ger til Boðanesheimið, so er greitt, at fleiri lond, harímillum Brasilia og Kina, framleiða orku úr sjónum á annan hátt.

- Beint við síðuna av, har eksportkatalogið hjá teimum átta norðurlendsku høvuðsstaðunum, harímillum Tórshavn, kundi fáast, hevði brasilski granskingarstovnurin COPPE eina framsýning.

- Framsýningin var í trimum pørtum, har tann eini parturin snúði seg um varandi orkuframleidslu, bædi úr sjónum og á landi. Á framsýningini var kunnað um eitt alduorkuverk, sum COPPE við fígging frá Tractebel Energia SA og The National Agency of Electrical Energy, hevdi gjørt sum eina royndarverkætlan. Alduorkuverkið, ið er tað fyrsta av sínum slag í Suðuramerika, liggur einar 60 km fra býnum Fortaleza.

- Alduorkuverkið er uppbygt sum ein hátrýstskipan, sum drívur eina turbinu og generator, sum framleiðir streym. COPPE sigst hava tikið patent uppá skipanina. Skipanin virkar á tann hatt, at tveir risastórir mekaniskir armar við flótipontongum á endanum stinga út á sjógvin. Aldurørslurnar upp og niður verða brúktar til at skapa trýst, svarandi til 2-400 m hædd, í ein tunnil við feskvatni, sum so drívir eina vatnturbinu og ein generator, ið framleiðir streym.

- Mett verður, at Brasilia hevur møguleika at framleiða eini 87 gigawatt við alduorku, harav 20% til el, og vil hetta svara til 17% av teirra núverandu el-framleiðslu.

- Granskingarstovnurin COPPE arbeiðir eisini uttanfyri Brasilia og fór í 2008 undir eitt samstarv við m.a. Tsinghua University í Beijing, sum er eitt tað fremsta kinesiska universitetið innan verkfrøði.

- Og Kina ger eisini nógv við gransking innan nýtslu av havsins orkutilfeingi. Á básinum hjá Kina á Rio-ráðstevnuni var tilfar sum vísti nakað um slíkar verkætlanir í Kina. M.a. sást, at i Wenling í Zhejianglandslutinum hevur Kina bygt eitt stórt orkuverk, ið framleiðir orku úr muninum millum flóð og fjøru.

- Kina nýtir eisini sjógv til nógv onnur endamál. Einastaðni hava teir bygt eitt risastórt anlegg, har teir nýta 28.000 kubikmetrar av sjógvi um tíman til køling. Og til at loysa ein av stóru trupuleikunum, sum nógv lond hava, men sum vit ikki kenna til i Føroyum - vatnmangul - nýtir Kina eisini sjógv. Kina framleiðir umleið 600.000 tons av feskvatni burturúr sjógvi hvønn dag, og nýta teir nærum 60 miljardir kubikkmetrar av sjógvi árliga til feskvatnsframleiðslu.

- Samanumtikið má sigast, at áhugin fyri gransking innan nýtslu av havsins orkutilfeingi til bæði orkuframleiðslu, køling, vatnframleiðslu, mat, og heiligvág tykist sera stórur nógvastaðni kring heimin. Við teimum nátturugivnu møguleikum, Føroyar hava at nýta havsins tilfeingi til m.a. orkuframleiðslu úr alduorku og streymorku, átti tað at verið ein góður møguleiki at farið undir altjóða samstarv við granskingarstovnar úr øðrum londum, sum ofta fáa figgjarligan stuðul til slíka gransking, at kanna og gagnnýta hesar møguleikar, sigur Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, at enda úr Rio.

Kelda: www.torshavn.fo