Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BRANDUR: FUNERALS & CELEBRATIONS

Tað kennist ofta eitt sindur torført at seta seg at ummæla tónleik hjá so “etableraðum” tónleikarum, sum Brandur Enni.

Eg havi verið noyddur at spæla fløguna aftur og aftur, tí hon hevur so nógvar variantar og góðar smálutir, ið ein ikki beinanvegin leggur merki til.

Tá eg hugdi í blaðið, sum er lagt inn í húsan, fall eg beint niður á alla breiddina, sum Brandur hevur á tónleikaliga økinum.

Eitt er, at hann leggur rødd til, men so spælir hann sjálvur kornet, flygel-horn, akustiskan guitar og klaver – tað ger hann meistarliga.

Fyrsta kenslan eg fekk, tá eg hoyrdi um nýggju útgávuna var, at nú er Brandur blivin “vaksin” og hevur lagt fortíðina frá sær, men tað hevur hann ikki.

Eg haldi, at henda útgávan ber nógv av tí eldra við sær, men rætt er tað, at her hava vit ein artist, sum hevur megnað at byggja á tað, ið hann hevur lagt fram.

Her komi eg at hugsa um Steintór Rasmussen, sum dugdi at fáa tað fram í Brandi, ið ivaleyst kom at mynda nógv av hansara tónleikaligu lívsleið.

Tað er einastandandi, at vit hava ein so ríkan Steintór, tí hann hevur eina drívmegi, sum eg havi rættiliga stóra virðing fyri.

Taka vit í aftur fløguna, so fara vit frá stillum akustiskum balladum og yvir í lættan elektropopp.

Fløgan hevur verið leingi ávegis, men hava vit eisini lagt oyrað til staklagið “Transmission From Oblivion,” sum hevur verið í umferð í KVF.

Tað er stuttligt við gávunum, sum Brandur hevur, tí tá eg sat og hoyrdi lagið “Other Side of The World,” ið er ein still akustisk ballada har hann letur guitarin føra, fer kornettin knappliga og tekur yvir, har hann so gevur sanginum meira rúmd – sera flott!

Ongin ivi er um, at hetta er ein útgáva í heimsflokki og er tað heilt tíðiligt, at hansara tíð í Svøríki hevur ment hann sera nógv, so saman við Mariu Marcus og øðrum, hava tey fingið lagt hetta sera góða avrikið úr hondum.

Mær dámar øll sjey løgini, men “If I Do” gevur mær góða kenslu og kann hetta saktans náa langt, tí hann aftur her letur variatiónina við floytuni og øðrum ráða.

Ein sera gjøgnumførd útgáva, ið eg avgjørt eisini haldi eigur at hava møguleikar úti í heimi.

Fríðálvur A. Jensen