Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brandur á blindari skattveiðu!

Hesar seinastu dagarnar, hevur borgarstjórin á Sandi, gjørt nógv burturúr at greiða almenninginum frá at summir borgarar á Sandi, ikki rinda kommunuskatt, og at kommunan tí ikki fær nóg nógvan pening inn til rakstur.

Lat okkum beinanvegin gera greitt, at vit á ongan hátt góðtaka at summir Sandsborgarar vera skýrdir at vera orsøk til lágu skattinntøkuna hjá kommununi, og at gjáir vera grivnar millum okkara borgarar, alt eftir hvørja lívsleið tey hava valt sum livibreyð.

Serliga leggur Brandur Sandoy eftir útisiglarunum. Og her er adressan púra skeiv. Útisiglararnir rinda yvir ein kamb, lítið í kommunukassan. Men tað merkir ikki at teir ikki rinda skatt. Teir eru jú fevndir av dupultskattaavtalum, sum eru skipaðar millum lond. At tær ikki føða kommunukassan, merkir ikki at útisiglararnir ikki rinda skatt.

Ynskir man at loysa tann trupulleikan, so er at fara á rætta stað, sum er Fíggjarmálaráðið, ið hevur ábyrgdina av landsins skattaavtalum.

Tað er væl skilligt at trupult er at stýra, tá kassin tømist. Men er tað ikki so, at tá man stjórnar kann man ávirka gongdina rætta vegin, um man fær fólk at støðast og trívast. Síðani Brandur Sandoy gjørdist borgarstjóri á Sandi, er fólkatalið minkað við meira enn 10%, og er talið søguliga lágt í søguríku bygdini. Kanska er tað har at orsøkin til fallandi skattagrundarlagið liggur grivin.

Tí fyrikemur tað okkum at Brandur Sandoy, í eini roynd at káva útyvir úrslitið av ræðandi fólkatalinum, skjýtur við skørpum eftir summum av okkara borgarum. Tað er lítið virðiligt og átaluvert.

Herferðin hjá borgarstjóranum er skotin langt av leið. Okkara borgarar eru ósekir í støðuni. Loysnin er ikki at grava gjáir á Sandi, men at arbeiða í Fíggjarmálaráðnum. Vit hava brúk fyri hvørjum borgara á Sandi, skal bygdini vera lív lagað.

Listi C.

Hendrik Egholm

Heri Jacobsen

Páll á Reynatúgvu