Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boykott fremur broyting í tiltakinum Hjúnabandslógin og Samfelagið

Í samband við vitjanina hjá Dr. Michael Brown hetta vikuskifti, var ætlanin at skipa fyri einum stórum kjaktiltaki um hjúnabandslógina. Til kjakið vóru uppskotsstillararnir fyri at broyta hjúnabandslógina og LGBT Føroyar bjóðaði, men ongin ynskti at deila síni sjónarmið um evnið. 

Onnur løgtingsfólk, ið hava sagt seg ynskja at broyta hjúnabandslógina - 14 tilsamans, vóru øll bjóðaði aftaná, men heldur ikki nøkur av teimum ynsktu at kjakast, hóast evnið skuldi viðgerast út frá einum samfelagsfrøðiligum sjónarhorni. 

Tiltakið verður tí broytt soleiðis, at Dr. Brown fer at hava eitt stutt upplegg um evnið, og so verður ein kritisk samrøða gjørd við hann. Síðani verður møguleiki hjá áhoyrarunum at seta Dr. Brown spurningar.

Tiltakið verður leygarkvøldið 23. januar kl. 19 í Læraraskúlahøllini. Tað er ókeypis atgongd og ongin tilmelding er neyðug.