Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Botnverjan undir brúnni um Streym verður styrkt

UMVÆLING: Tíðin er nú komin til at umvæla og styrkja verjuna av undirstøðinum undir skjótt 40 ára gomlu brúnni um Streymin. Komandi trý árini eru settar av 6,6 mió. krónur til hetta arbeiðið, sum J&K Petersen fer at gera.

Dekkið á brúnni um Streym, sum varð tikin í nýtslu á heysti 1973, er júst blivið høvuðsumvælt, og nú er túrurin komin til at umvæla og styrkja verjuna av undirstøðinum á skjótt 40 ára gomlu brúnni.

Alt slítist við tíðini, og hetta er eisini galdandi fyri undirstøðið á brúnni, tí grót og annað tilfar, sum fylgir við sterka streyminum um sundið, spakuliga máar burtur av betongsúlunum.

J&K Petersen, sum hevur vunnið uppgávuna at gera arbeiðið, fer nú undir at gera klárt til umvælingina. Fyrsti liður í hesum arbeiði verður at leggja út grótverju sunnan fyri brúnna á Streymoyarlandinum, og út móti siglingarrennuni. Grótverjan verður somuleiðis byggipláss fyri tí arbeiði, sum gerast skal.

Siglingin undir brúnni verður vanliga ikki ávirkað av arbeiðinum, hóast tað onkuntíð kann gerast neyðugt at steingja siglirennuna í styttri tíðarbil. Hetta verður tá nærri lýst í góðari tíð.

Settar eru 6,6 mió. krónur av yvir trý ár til arbeiðið, og í ár verður arbeitt fyri umleið tvær mió. krónur. Peningurin kemur frá árligu játtanini til innheinting av eftirsleipi fyri tunlar og brýr, sum fyri 2013 er fýra mió. krónur.