Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Børnini misbrúkt her

Perla: Fútin lat eyguni aftur, men vil endurreisa sak, har høvuðsprógv manglar. Oyggjatíðindi 9. juli 2004:

Familjan hjá Eisenberg Strøm og Jonnu Vágseið kom til Íslands í 1999 við sjey børnum.

Í dag sita tey eftir við tveimum børnum. Restin er tikin av íslendsku barnaverndini við grundgevingini í, at tey vóru ikki egnaði at ansa børnunum.

Hóast bæði undirrættur og íslendski hægstirættur hava gjørt niðurskurð um, at børnini áttu ongantíð at verið tikin frá foreldrunum, so komu hesar báðar skipanir kortini til, at børnini høvdu verið so leingið hjá fosturfamiljum, at tey kundu ikki koma heimaftur.

Eisenberg er ikki í iva. Í Íslandi er tað bara ein spurningur um makt og pengar.

Tað er ein góð forrætning at vera fosturfamilja í Íslandi. Fosturfamiljurnar fáa millum kr. 9.000,00 og kr. 25.000,00 um mánaðin, og tað er ikki nakað fosturfamiljur bara sleppa uttan svørðslag.

Barnaverndirnar vilja so ikki standa eftir sum taparar, og vilja gera alt fyri at verja maktina. Esenberg Strøm fortelur um hvussu íslendskir barnaverndarmyndugleik ar arbeiða.

Hann vísir á, at um foreldrini velja at berjast fyri sínum børnum, fara barnaverndirnar rættiliga í gongd.

- Barnaverndirnar koyra regulert mammuna og pápan - ella bara annað, niður sálarliga, so tey endað úti í rúsevnis ella øðrum trupulleikum, og so er frítt spæl at taka børnini, sigur Eisenberg Strøm, ið er glaður fyri, at hvørki hann ella Jonna eru bukkaði undir fyri kolosala trýstinum frá barnavendini.

Men sambært Eisenberg er sakin, sum nú skal takast uppaftur besta tekin um, at íslendska barnaverndin stendur aftanfyri, og ætlar sær ikki at steðga fyrr enn øll børnini eru tiin frá teimum.

Hann ivast ikki í, at børnini, sum nú hava verið inni hjá íslendsku løgregluni, eru trýst til at siga, at tað var Jonna Vágseið, sum slerdi og hótti tey at bera fram falska frágreiðing í Føroyum, so mamman og maðurin, hon livdi saman við, vórðu dømd.

Um hetta mál vil Eisenberg Strøm fegin sleppa at siga, at tað var ikki Jonna Vágseið, sum meldaði tilburðin heima í Føroyum um misbrúk av børnunum, men at hann meldaði hetta sjálvur.

Fyrstu ferð misbrúkið av børnunum varð nevnt, var, tá Elisabeth Olsen, barnaverndarformaður á Tvøroyri, skuldi koma eftir Edvini og plaserað hann á Barnaheimið í Havn. Tað var meðan barnaverndarlimurin dragsar drongin út av hurðini, at hann segði seg vera misbrúktan.

Drongurin rópti hetta fyri at sleppa undan at fara á Barnaheimið, har kravt var at mamman og maðurin, hon tá livdi saman við, eisini skuldu vera.

- Hóast barnaverndarlimurin hoyrdi drongin nevna misbrúki við hetta høvi, so gjørdi Elisabeth Olsen onki, men tók drongin við sær, sigur Eisenberg Strøm.

Hann vísir á, at hann valdi at lata nakrar dagar ganga - líka til hann visti, at drongurin var róligur, at nevna hetta misbrúk aftur, júst fyri at vissa sær, at hetta ikki var ein pástandur tikin úr leysum lofti.

Ikki fyrr enn hann fekk hesa trygdina, valdi Eisenberg at melda tilburðin til løgregluna, og málið varð tikið upp og avgreitt.

At barnaverndin á Tvøroyri var á nakkanum á hesi familju er ikki nøkur loyna.

Túrarnir á Barna-heimið í Havn vórðu skipaðir av barnaverndini á Tvøroyri við vælsignilsi frá Almannastovuni. Vit skulu aftur her fyri ein ordnas skyld siga, at tá hetta hendi var ein onnur leiðsla á Barnaheiminum í Havn.

Undir sjálvari rættarsakini í móti mammuni og drongi hennara, kom fram, at børnini, sum vóru tvangsflutt á barnaheimið, saman við teimum ákærdu, vóru misbrúkt av størri børnum á heiminum.

Hetta kom fyrstu ferð alment fram í Oyggjatíðindum. Eftirfylgjandi skelkaði fútin við at siga, at hetta skuldi ikki fáa avleiðingar, hvørki fyri ansingarstovn ella nakran annan.

Heldur pástandurin um, at børnini vóru hótt at lúgva um mammuna og drong hennara, hevur fútin tann veruleika at halda seg til, at børnini so bara hava verið misbrúkt á Barnaheiminum.

Men fútin hevur so eisini eitt forkláringsproblem við 10 centimetur langa hárinum, týskur barnalækni fann uppi í endatarminum á dronginum.

Hetta hár verður nevnt í dóminum í móti teimum báðum, sum nú sambært serliga klagurættinum, skulu hava sakina tikna uppaftur.

Eisenberg Strøm sigur yvir telefonina úr Íslandi, at Linda Hasselberg, ákæri, hevur upplýst, at prógvið um hárið er burturblivið, og hevur so í sama viðfangi givið til kennar, at hárið hevur ongan týdning!!????

Men hetta hár hevur týdning. Tað hevur alt at siga um, hvør er sekur og hvør er ósekur. Hvør leyg og hvør segði satt, og ikki minst sigur støðan okkum, at fútin ikki hevur gjørt sítt heimaarbeiði í hesum málinum.

Hví bleiv hetta hár ikki DNA-kannað?

Tað verður so ein spurningur, Linda ella onkur annar frá ákæruvaldinum sleppur at svara uppá í rættinum, tá málið einaferð kemur at ganga umaftur.