Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Børnini koma ikki heim

Barnaverndarmyndugleikarnir í Føroyum, hava avgjørt, at tað skulu ganga tvey ár aftrat, áðrenn Jesper Dahlin, kann fáa børnini heim aftur til Ålborg. Til ta tíð skulu børnini vera hjá pleygufamilju, sjálvt um serfrøðingakanning hevur staðfest, at pápin er egnaður at taka sær av sínum egnu børnum.

Nordjydske skrivar aftur um gøluna, og staðfestir, at Jesper Dahlin, fyri skjótt tveimum árum síðani misti børnini, tá sambúgvi hansara rændu børnini til Føroyar.

Her er so ein linkur til greinina:

http://www.nordjyske.dk/nyheder/aalborg/hans-boern-kommer-ikke-hjem/814f50bf-842e-47ba-80d7-be80c19992b9/18/1515#/0

Annars er Jesper Dahlin, kallaður til Føroyar, sum vitni í móti konuni, sum rændi børnini úr Ålborg. Konan misti tó sjálv foreldramyndugleikan. Aftaná drúgva foreldrakanning, fekk Jesper Dahlin foreldramydugleikan yvir bæði børnini - enntá staðfest við tveimum dómum, tó er tað er nógv sum bendir á, at sakin verður eisini brúkt, at hunddálkað Jesper Dahlin, við gomlum skuldsetingum um, at hann skal ikki vera egnaður sum foreldur, tó at nýggjar kanningar vísa ta beint øvugta.

Men hetta ber oftast til, tá rætturin í stóran mun loyvir sjálvtøku-prinsippinum.

Men tað fara vit so at frætta nærri um.