Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boringin av Eysturoyartunlinum kann nú byrja

Endaliga lánsavtalan í samband við bygging av Eystur- og Sandoyartunlunum er nú undirskrivað, og øll formlig viðurskifti eru komin upp á pláss. Byrjast kann tí at bora Eysturoyartunnilin, og tá ið hesin er liðugt boraður, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin.

Byggisáttmálin, ið varð undirskrivaður við NCC herfyri, var treytaður av, at lánið kom endaliga upp á pláss. NCC hevur verið í gongd við fyrireikingar í eina tíð, og hevur nú fingið fráboðan um, at klárt er at byrja. Teir fara nú at gera nærri avtalur við undirveitarar.

Dagurin fyri fyrsta skotið verður ásettur eftir nýggjár. Tá verður eisini útgerð og maskinur send til Føroya og byggiplássið fyrireika. Fyrsta skotið verður á Strondum, og stutt eftir hetta verður hol sett á á Hvítanesi.

Teitur Samuelsen, stjóri sigur, at tað var sera umráðandi at fáa fíggingina upp á pláss, ímeðan rentan var so lág:

 “Vit høvdu varhugan av, at rentan kundi fara at hækka, og síðani rentan á 2,73% - sum er føst alt 24 ára lánstíðarskeiðið - varð avtalað við lánsveitararnar 2. november, er rentan á heimsmarknaðinum hækkað eini 0,3-0,4%. Í dag hevði hetta havt við sær 8-10 mió.kr eyka í rentukostnaðum um árið, ella tað sama sum inntøkur frá umleið 350 bilum hvønn dag næstu 24 árini. Vit høvdu annars ætlað at skoti fyrsta skotið fyri jól, men at tað nú verður eftir nýggjár fer ikki at seinka verkætlanini”, sigur hann.

Eysturoyartunnilin verður 11,25 km langur. Teinurin frá tunnilsmunnanum á Hvítanesi til Runavíkar verður 9,7 km, og teinurin av Hvítanesi inn á Strendur verður 9,2 km. 

Sandoyartunnilin verður 10,8 km langur. Samlaði kostnaðurin fyri báðar tunlarnar er mettur at verða 2,6 milliardir krónur.

 Meiri kunning um tunlarnar fæst á heimasíðuni hjá tunlunum og á Facebook, sí niðanfyri.