Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin vann fjallstavin

Og ikki bara tað - hann varð eisini sligin til riddara av Lítlu Dímun! Støðan er tann, at tað eru bara 17 oyggjar á føroysku fíggjarlógini. Lítla Dímun hevur eina statsrættarliga serstøðu, tí kongur seldi hana til hvalbingar í 1850 - í dag eru 48 eigarar.

Sostatt hevur Lítla Dímun eitt slag av fullveldi. Tá hetta sjálvstýri ikki hevur nakran skattakassa at gramsa úr, so noyðast hvalbingar av og á at gera okkurt, fyri at økja um inntøkurnar hjá oynni, til dømis at koma til Havnar at halda Dímunardagar og selja nakrar lutaseðlar.

Hvalbingar mettu tískil, at Dannebrogsordanin hjá borgarstjóranum als ikki var galdandi á Lítlu Dímun, og tí mátti ein "yvirbygnaður" til - og varð borgarstjórin tí við manér sligin til riddara av Lítlu Dímun av ovastu rók av Martini Eið.

Tey avbera mongu, sum vóru til Dímunardagar í SMS, fingu eitt stórt upplivilsi. Serliga var tað hellið, sum varð sýnt fram, sum fólki dámdi væl. Men har var eisini nógv undirhald við tónleiki og spennandi røðum og frásagnum.

Eitt av átøkunum var at vinna ein fjallstav við at gita um longdina á stavinum, sum Óli Erlingsson hevði gjørt. Keypast kundu lutaseðlar, hará metta longdin skuldi skrivast, og so skuldi dragast millum innkomnu seðlarnar, sum høvdu rætta svarið.

Tá ið framsýningin var liðug kl. 18 leygardagin fóru óvildug fólk at kanna longdina á stavinum, sum varð uppgjørd í millimetrum. Ikki færri enn 437 seðlar vóru komnir inn - tveir seðlar høvdu røttu longdina, og so varð lutakast millum hesar.

Tað ótrúliga hendi, at tað var borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, ið átti vinnandi seðilin - hann hevði á tí eina av fleiri keyptum seðlum gitt, at stavurin var 189,1 cm.

Hetta var rættiliga stuttligt, tí hvalbingar høvdu biðið borgarstjóran um at seta Dímunardagarnar í SMS. Tað gjørdi hann longu fríggjadagin, og mest fyri at stuðla keypti hann sær nakrar lutaseðlar og gitti um longdina á stavinum, áðrenn hann fór úr SMS.

Og stílur er yvir hvalbingum. Stavurin varð handaður á lítlari samkomu á Ráðhúsinum nú seinnapartin, har eisini Óli Erlingsson luttók saman við Magnari Næs og Martin Eið, sum fekk heiðurin at sláa borgarstjóran til riddara av Lítlu Dímun. Borgarstjórin fekk eisini heiðursbræv og kvittaði við lyfti um at vitja í Lítlu Dímun, tá høvið býðst.