Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin sigur býarmynd farvæl

Mikumorgunin var hátíðarløta í Vágsbotni, tá ið M/S Thorshavn bleiv riggað til at fara suður um fjørð.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var umborð og ynskti góðan byrð og handaði Jóannesi Eidesgaard blómur og eitt eintak at Havnasøguni, sum eftir ætlan skal vera umborð.

Tað er nú nakað síðani, at Ríkisumboðið lýsti tænanstuskipið M/S Thorshavn til sølu og eftir stuttari tíð gjørdist greitt, at Thorshan bleiv seldur til Tvøroyar. Millum teirra, sum manna nevndina í grunninum, ið hevur keypt M/S Thorshavn er Jóannes Eidesgaard.

Skipið er upprunaliga bygt í Frederikssund í 1940 sum "Sygetransport og tjenesteskib" í Føroyum. Í 1945 hevur skipið fyrst verið í tænastu hjá Amtmanninum og síðani 1948 hjá Ríkisumboðnum. Skipið hevur verið ein vanligur partur av býarmyndini í Havn og hevur tey seinastu árini m.a. verið brúkt sum jólaskip.

Tá ið M/S Thorshavn fór av Havnini bleiv tað riggað til við signalfløggum, og Dannebrog bleiv skift út við Merkið.