Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin setti Jobmatch í dag

Jobmatch í Norðurlandahúsinum. Og tað var  Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið setti starvsstevnuna í ár. Til ber hjá øllum við áhuga fyri starvsmøguleikum í Føroyum at práta við kommunur, fyritøkur og stovnar. 

Jobmatch er fyri lesandi og fólk við útbúgving – antin tey búgva í Føroyum ella uttanlands.

Áhugin fyri starvsstevnuni er stórur á hvørjum ári. Tórshavnar kommuna tekur lut á Jobmatch við bási, sum stendur í forhøllini, tá komið verður inn í Norðurlandahúsið. Fleiri hava bílagt samrøður við kommununa frammanundan. Og tað ber sjálvandi eisini til hjá áhugaðum at fáa eitt prát við kommununa, hóast einki formligt prát er bílagt frammanundan.

Jobmatch 2014 byrjaði kl. 13.00 í dag, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu og samstundis setti stevnuna. Stevnan er opin til kl. 19.00, 30. desember 2014.

Tað er ókeypis at vitja starvstevnuna.