Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin og KFUM-skótarnir: Loystu fyrsta flagið fyri stórari skótalegu

Her í Havnardali skulu KFUM-skótarnir gera eina stóra skótalegu, sum kann brúkast av øllum borgarum, men sjálvandi fyrst og fremst av KFUM skótunum sjálvum.

Heðin Mortensen var sum bæði borgarstjóri og gamal skóti boðin út í Havnardal at loysa fyrsta flagið til hesa stóru skótalegu. KFUM skótarnir hava longu samlað umleið eini 300.000 krónur til at skipa sjálva leguna. Talan er um eitt megnar arbeiðið frá skótum og foreldrum.

Skótalið KFUM’s hevur fingið eina trøð í Havnadali, har ætlanin fyribils er at gera ein tjaldvøll og at seta ein skúr upp. Seinni verða so eini hús sett upp. Jógvan Weihe hevur stuðlað eini navnakapping um økið. Kappingin varð sett í gongd undir hátíðarhaldinum í dag, Flaggdagin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, minnist sjálvur aftur á skótatíðina við gleði og takksemi. Patruljufundirnir á Bakkahellu og seinni í skótahúsinum við Havnará styrkti samanhaldið millum dreingirnar í býnum. Ferðirnar í haga og á fjøllum kring landið, summarlegurnar, legubálini og frálíku vikuskiftini við Leynavatn kveiktu áhuga og alsk til náttúruna.

- Skótarørslan ger eitt stórt og týðandi samfelagsligt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri uppalingina hjá børnum og ungum, tí sum vit vita, er skótaarbeiðið tætt knýtt at náttúruni. Skótar ferðast nógv í haga og á fjøllunum og læra at virða og hugsa seg væl um í náttúruni. Teir ganga undan sum góð fyridømi fyri onnur, og tað er góð barlast at hava seinni í lívinum, segði Heðin Mortensen m.a. í dag í sambandi við, at fyrsta flagið varð loyst til leguna í Havnardali.