Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin í Reykjavík á ólavsøku

Frá mikudegnum 25. juli vitjar borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, og frú Jóhanna Jóhansdóttir saman við 6 ára gamla syni teirra, og embætisfólkunum Ellý Katrin Guðmundsdóttir og Magnús Karl Magnússon.

Tórshavnar kommuna er vertur undir vitjanini og mikukvøldið bjóðar býráðið døgverða í Móttøkuhúsinum. Hósdagin verður farið útferð til Kolturs og um kvøldið verður døgverði í Áarstovu.

Fríggjadagin vitjar Jón Gnarr fyrst Býlingshúsið í Norðasta Horni, síðan í Kirkjubø og seinnapartin er hann við í Faroe Pride.

Leygardagin halda gestirnir ólavsøku, fyrst á Ráðhúsinum saman við býráðslimum og embætisfólki, síðan vitja tey íslendska konsulin og síðan heim til borgarstjóran og frú at eta nátturða. Og so á ólavsøku.

Ólavskudag eru gestirnir og hyggja at skrúðgonguni úr Dómkirkjuni. Um kvøldið ætla tey at uppliva felagssangin á midnátt. Tey fara avstaðaftur til Íslands mánamorgunin.