
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjar í løtuni í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík. Hetta er bæði í sambandi við vitjan hjá Føroya Kommunufelag og í sambandi við íslendsku Mentanarnáttina. Í hesum sambandi setir Heðin Mortensen eitt stórt tiltak á Sendistovu Føroya leygardagin.
Í dag hevur borgarstjórin vitjað á Bessastøðum, har hann hevur hitt nýliga setta íslendska forsetan Guðni Jóhannesson. Undir eini hugnaløtu var tosað um samskifti, um ídnað, um vinnu sum heild - serliga ferðafólkavinnu - og samskiftið annars millum høvuðsstaðarnar, sum er avbera gott.
Guðni Jóhannesson hevur vitjað í Føroyum áður og ætlar sær aftur til Føroya. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði eftir fundin, at hann í hesum sambandi hevur boðið forsetanum vælkomnum at vitja í Havnini.
Við á ferðini eru eisini Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, og Jákup Simonsen, deildarleiðari.