Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin hitti heimsins ríkasta vínbónda

Fínt skal tað vera. Bordeauxvín - serverað av heimsins ríkasta vínbónda.

Í sambandi við gourmetkvøldini, sum eru í Føroyum, var eitt hugnakvøld við mati og drekka í Áarstovu gjárkvøldið. Samstundis beyð Áarstova inn til smakking av tí heimsgitna Bordeaux-víninum.

Og tað var ikki hvør sum helst, ið ið greiddi fra tí serstakliga góða víninum. Talan var um multimiljóningin og vínkennaran Bernard Magrez, sum í dag eigur fleiri enn 35 vínslott og víngarðar um allan heim.

Allir hesir víngarðar framleiða hansara kenda vín undir slagorðinum ”Meira av øllum fyri sama prís!”

Fyri mongum árum síðan tók Bernard ta avgerð, at antin fekk Bordeauxvínið dygdina munandi upp, ella mátti prísurin niður í botn. Men síðan tá hevur hann megnað bæði.

Borgarstjórin var við til hetta framúrskarandi kvøldið við góðum mati og víni í Áarstovu, og er her avmyndaður saman við Philippe Magrez.