Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin helt orð

Framhaldsskúla næmingarnir úr Eysturskúlanum komu við brævi til borgarstjóran, um at fáa viðurskiftini við Sprotan í rætt lag aftur. Næmingarnir vístu á, at tey brúka dagliga sprotan til skúlabrúk, og at tey føla seg málsliga sperd, nú uttan sprotan. Tey siga at sprotin ger, at tey kunnu, um tey vilja, fara frá 00 til eitt 12 tal. Borgarstjórin skilti væl teirra støðu og segði, at tað er eingin trupulleiki at loysa málið fyri næmingarnar í Tórshavnar Kommunu, men at hann sum formaður í kommunufelagnum vildi hava allar Føroyar við og umheimin, hetta tóku næmingarnir eisini væl ímóti. Næmingarnir fingu tað lyfti frá borgarstjóranum, at tey fingu eina loysn uppá málið við sprotanum. Næmingarnir fóru væl nøgdir í skúla aftur.