Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BORGARSTJÓRIN HEIMILD AT TAKA SÆTI Á LØGTINGI

Eykabýráðsfundur var í dag í Tórshavnar býráði, sum snúði seg um, hvørt býráðið vildi gera frávík sambært § 6, stk. 2 í kommunustýrislógini, soleiðis at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu kann taka sæti í Løgtinginum. 

Sambært grein 6, stk. 2 í kommunustýrislógini kann kommunustýrið loyva borgarstjóra at taka á seg beinleiðis fólkavalt starv, samstundis sum hann situr sum borgarstjóri við fullum setanarbrøki.

Hetta er eisini í tráð við stýrsiskipanarlógina § 8 sum sigur, at tá løgtingsmaður er valdur, skal hann leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað hann í, tó undantikin beinleiðis fólkavald størv. Hetta undantak er, sambært viðmerkingunum til lógina, kommunustrýrisstørv, sum hvíla á eitt fólkavalt mandat.

Heðin Mortensen gjørdi vart við, at tá hann tók avgerð um at stilla upp til Løgtingið, alla tíðina hevur sagt, at býráðsvalskeiðið út ætlaði hann sær at røkja bæði hesi fólkavaldu størv, um so var, at hann fekk undirtøku frá veljarunum til tess. Og tað fekk hann.

Kommustjórin mælti tí býráðnum til at taka støðu til umbøn borgarstjórans um frávik sambært § 6, stk. 2, hvørt at borgarstjórin hetta býráðsvalskeiðið út skal kunna vera sitandi sum borgarstjóri og løgtingsmaður.

Heðin Mortensen bað síðan býráðið taka til eftirtektar, at hann metti seg at vera ógegnigan í viðgerðini av málinum, og tí ætlaði sær at fara út, meðan viðgerðin og atkvøðugreiðslan fór fram. Tað tók býráðið undir við og varaborgarstjórin, Jógvan Arge, tók yvir fundarleiðsluna.

Stutt orðaskifti stóðst um málið. Tá atkvøtt varð vóru 7 atkvøður fyri, 3 ímóti og 2 blankar.