Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BORGARSTJÓRIN FEKK HEIÐURSMERKI

Ein tænasta er eina aðra verd. Tá børnini í Býlingshúsinum Undir Fjalli herfyri høvdu ítróttardag, so sponsoreraði Tórshavnar kommuna gullmerkini, sum børnini fingu. Hetta var tann 31. mai. Hetta vóru børnini so glað um, at tey í gjár komu á Ráðhúsið at biða um stuttan fund við borgarstjóran, har tey handaðu honum eitt gullheiðursmerki afturfyri stuðulin. Borgarstjórin takkaði fyri heiðurin og bjóðaði gummibomm og karamellur.