Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin duldi upplýsingar fyri býráðnum

Eg vil hervið koma við eini rættleiðing til tað, sum borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, førdi fram í Degi & Viku mánakvøldið.

Honum so líkt borðreiðir Heðin Mortensen við pástandi um, at undirritaða, sum er tann einasti býráðslimurin, ið alment vágar sær at tala borgarstjóranum ímóti, at eg einki havi skilt av tí heila. Heilt tilvitað ger hann tey til láturs – í hesum førum meg – sum ikki eru samd við honum. Hetta ætli eg mær ikki at góðtaka.

Málið snýr seg um eykaútreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu í sambandi við um- og útbygging av Tórsvølli. Á býráðsfundi 22. apríl 2014 bað býráðið um heimild til, at sami arbeiðsgevari kundi halda fram við arbeiðinum kring Tórsvøll, út yvir tað, sum arbeiðstøkan ljóðaði uppá. Nakað, sum er óvanligt og ikki rætt, tí øll størri arbeiðir eiga at verða boðin út.

Flestu býráðslimir høvdu hug at taka undir við einum annars væl undirbygdum tilmæli, men tó fekk borgarstjórin nógvar spurningar á fundinum. Millum annað um kostnaðurin fór at halda. Hetta svaraði hann játtandi uppá, hóast hann longu tá var vitandi um, at tað fór at koma ein eykaútreiðsla á omanfyri 7 mió. krónur, sum hann duldi fyri býráðnum.

Málið var sum kunnugt fyri aftur á býráðsfundi mánakvøldið 16. juni. Her mintu tríggir býráðslimir borgarstjóran á tað, sum hann fyrr hevði upplýst, at hetta fór ikki at ávirka kostnaðin, sum Tórshavnar kommuna fór at hava av verkætlanini. Honum so líkt, tá hann er kroystur upp í ein krók, so ristir hann eina sjóforkláring úr ermuni, sum kann vera torfør hjá okkum øðrum býráðslimum at gjøgnumskoða í fyrstu atløgu.

Undirritaði bað um at fáa hesa viðmerking í gerðabókina á býráðsfundinum í 16. juni: “Marin Katrina Frýdal átalar, at borgarstjórin duldi upplýsingar um meirkostnaðin á býráðsfundinum 22. apríl 2014.” Hesum noktaði Heðin Mortensen mær, og ikki nokk við tað. Hann gjørdist nærmast frá sær sjálvum og hótti meg bæði við einum og øðrum. Hetta ódemokratiska lyndið hjá Heðini Mortensen er ikki ókent, at tá fólk ikki eru samd við honum, so hóttir hann tey.

Borgarstjórin gekk bert við til, at eg fekk loyvi til at fáa eina viðmerking í gerðabókina, um eg góðtók hesa orðingina: “Marin Katrina Frýdal hevði serstøðu til málið, tí hon metir ikki, at rættar upplýsingar vórðu givnir um málið á býráðsfundinum 22. apríl 2014.”

Slíka maktmisnýtslu frá borgarstjórans síðu ætli eg mær ikki at góðtaka, og tí skrivi eg hesar reglur. Eins og borgarstjórin eri eg ein demokratiskt valdur býráðslimur, ið havi sama talurætt sum hann, og tí verður tað hvørki Heðin Mortensen ella nakar annar, ið sleppur at hótta meg til tøgn.

Eg veit, at eg ikki eri tann einasti í býráðnum, sum finst at diktatoriska framferðarháttinum hjá borgarstjóranum, men tíverri aftra aðrir býráðslimir seg við at standa fram. Vit vita øll, at revsingin frá Heðini Mortensen yvir tey, sum ditta sær at tosa honum ímóti, er gróthørð. Hana havi eg kent á egnan kropp fleiri ferðir og fái hana aftur at føla, tá hesar reglur eru komnar á prent, men tað ræðir meg ikki og fær meg ikki at tiga.

Eg fari tó at heita á tykkum, sum ikki eru samd við borgarstjóranum, um at standa fram. Tað kann ikki vera meiningin, at allar demokratiskar spælireglur verða settar til viks, tí vit hava ein borgarstjóra, sum ikki góðtekur onnur sjónarmið enn síni egnu.

Vinaliga

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi