Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BORGARSTJÓRIN BJÓÐAR SÚKKLARUM VÆLKOMIN Á VAGLIÐ

Vaglið var flaggskrítt, tá Rynkeby súkklarnir vitjaðu á vaglinum, har skipað varð fyri hátíðarhaldi við tónleiki og onkrum til matna, áðrenn leiðin gekk víðari oman á Norrønu á leiðini til París.

„Nú hava vit í rættiliga langa tíð sæð tykkum súkkla í hesum bjørtu litunum eftir vegunum her í Havn og kring landið, og eitt má man siga: Tit síggja meira og meira professionell og kekkaði út. Jú, føroysku brekkurnar og mótvindurin er góð heilsubót í sjálvum sær, serliga á súkklu.“ segði borgarstjórin í røðu, sum hann helt fyri súkklarunum.

Borgarstjórin rósti somuleiðis team Rynkeby fyri tað vælgerandi arbeiðið, ið verður gjørt til frama fyri børn og familjur, sum eru rakt av krabbameini. „Eitt vakurt endamál, sum vit øll taka undir við og stuðla“ segði hann.

Súkklarnir fingu somleiðis handað gávur frá Tórshavnar kommunu, harímillum eina t-shirt við tekstinum „Vit elska Tórshavn“.

Umframt stuttleikan og samanhaldið, so er hetta at savna pening endamálið við allari súkklingini hjá Team Rynkeby. Team Rynkeby er 12 ára gamalt og kann kallast eitt altjóða stuðuls- ella vælgerðarfelag, sum hvørt ár skipar fyri súkkling til París og á tann hátt at savna pening til krabbarakt børn og teirra familjur.

Í dag telur Team Rynkeby 1200 súkklarar og 260 hjálparfólk í 6 londum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noreg, Australia og Føroyum. Pengarnir, sum Team Rynkeby savnar inn í hvørjum einstøkum landi, verður latið til lokalu krabbameinsfeløgini, sum brúka tað til krabbasjúk børn og teirra familjur.

„Samstundis, sum vit takka tykkum fyri tykkara stóra innsats, so fara vit í Tórshavnar kommunu at ynskja tykkum góða, spennandi og ikki minst trygga ferð. Takk fyri, at tit steðgaðu á her á Vaglinum, nú áðrenn tit fara“ endaði borgarstjórin við at siga í røðuni og síðani fóru súkklararnir víðari aftaná at eitt trífalt hurrá hevði rungað á Vaglinum.