Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BÓRGARSTJÓRIN Á VITJAN

Borgarstjórin vitjaði í dag átta ymisk virki í økinum úti við Velbastaðvegin, Nomatek, SP/F Tórshavnar Maskinverkstaður, SP/F Andrias Berg, SP/F ELTeknik, SP/F EL.FO, SP/F Hjálpirót, SP/F Gravsteinar og SP/F Oddvør 

Fyrsta vitjanin í morgun var hjá Nomatek, ið er fyritøka, ið fyri tað mesta ger útgerð til fiskivinnu og alivinnu. Á fyritøkuni starvast 25 starvsfólk, 20 starvsfólk á verkstaðnum og 5 starvsfólk á kontórinum. Feðgarnir Ragnar Magnussen, stjóri og Jákup Magnussen eru á myndini saman við borgarstjóranum.

SP/F Tórshavnar Maskinverkstaður er flutt út í Slættanesgøtu í oktober 2014. Felagið hevur 5 starvsfólk og takast teir við at reparera og umvæla skipamotorar. Nógv av teirra virksemi er uttanfyri húsið, eitt nú. umborð á skipum, tað kann eisini koma fyri at teir skulu uttanlands at arbeiða. Á myndini sæstt Hannis Joensen, leiðari saman við starvsfólkunum og borgarstjóranum. 

SP/F Andrias Berg ger útgrevstur, boring og spreingingar. Í hesum kavanum er tó ikki so nógv av arbeiði, men annars hava teir nokk at takast við, eitt nú hava teir júst nú gjørt rundkoyringina við Velbastaðvegin. SP/F Andrias Berg bygdi húsið teir halda til, úti í Slættanesgøtu í 2007 og eru 9 starvsfólk knýtt at fyritøkuni. Á myndini sæst borgarstjórin saman við stjóranum, Andrias Berg. 

SP/F EJ Teknik, er fyritøka ið selur el-lutir fyri tað mesta. Eyðun Jespersen, ið startaði EJ Teknik fyri 3 árum síðani sigur, at tað at hava góðar kontaktir runt í veðrini er gullvert, og hetta ger at hann selur nóg runt í umheiminum. Á myndini sæst Eyðun Jespersen, stjóri sanan við borgarstjóranum

Tað gongur væl hjá EL.FO á Velbastaðvegnum. Felagið fæst við heildarveitingar innan el.innlegging. Jógvan Elias Jacobsen, stjóri greiddi frá, at teir hava nógv at gera, tó merkja teir eisini væl til avbjóðingina, at fleiri og fleiri føroyskir elektrikarar velja at fara til Noreg at arbeiða. Hjá EL.FO starvast 14 starvsfólk, harav eru 5 lærlingar. Á myndini sæst Jógvan Elias Jacobsen saman við starvsfólkum og borgarstjóranum. 

Á Hjálpirót tók Torben Schneider, stjóri móti borgarstjóranum, hann greiddi frá at Hjálpirót hevur ætlanir um at byggja út á Velbastaðvegnum. Fyritøkan, ið er eitt urtagarðs og entreprenørvirki hevur nógv at gera. Tað eru sjálvandi árstíðir ið eru betri egnaðar til teirra arbeiði,, men tó so hava teir ríkiligt at gera. Tey hava bæði kommunalar, almennar og privatar uppgávur at loysa runt allar Føroyar. Á myndini sæst Torben Schneider saman við starvsfólkum og borgarstjóranum. 

Vinnuvirki Gravsteinar er fyritøka, ið ger handverk í serflokki. Teir flestu gravsteinarnir koma úr norðan londum okkara , teksturin á gravsteinunum verður sandblástur og síðani verður máling fylt í, tað tekur einar tveir dagar at gera ein gravstein. Á myndini sæst Kartin P.S. Mikkelsen og borgarstjrórin 

Fólk kenna kanska einamest SP/F Oddvør fyri framúr góðan mat. Uppskriftirnar eru nógvar eins og uppgávurnar eru. Oddvør heldur til í kjallaranum heima hjá henni sjálvari.

Tey seinastu árini hevur Oddvør eisini givið kókibøkur út og fingu vit at vita, at í nærmastu framtíð kemur onkur nýggj bók út afturat. Á myndini sæst stjórin Oddvør Skarðhamar, saman við starvsfólkum og borgarstjóranum.