Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin á vitjan í Hoyvík

Í morgun var Heðin Mortensen, borgarstjóri, á vitjan á Dagstovninum í Hoyvík, sum fyrr í ár helt sín 30 ára føðingardag.

Tá lá tað ikki fyri hjá borgarstjóranum at vera hjástaddur til føðingardagin, og tí hevði hann lagt leiðina niðan í Hoyvíkar í morgun saman við Ruth Vang, leiðara á Barna og Ungdómsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu.

Claus Rasmussen, leiðari á Dagstovninum í Hoyvík, tók ímóti og vísti runt á stovninum, sum jú fyri kortum er umvældur fyri nógvar milliónir í sambandi við, at soppur bleiv funnin í bygningunum.

Dagstovnurin í Hoyvík er millum størstu ansingarstovnar í kommununi við heili 81 børnum og umleið 20 starvsfólkum, og Claus Rasmussen greiddi borgarstjóranum frá, hvussu arbeitt verður á stovninum, og hvussu man roynir í mest møguligan mun at brúka teir møguleikar, sum eru í nærumhvørvinum.

Á myndini standa Heðin Mortensen, Claus Rasmussen og Ruth Vang og hyggja, meðan Malou stuttleikar sær á reiggjuni.