Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjórin á virkisvitjan

Í morgun vitjaði borgarstjórin fýra virki úti í síðugøtum til Velbastaðvegin. Talan var um fyritøkurnar Blika, Havnar Træsmiðju, ognar- og vinnuráðgevingarfyritøkuna Nira, og ráðgevandi verkfrøðingarnar Spenn. 

Fyrst var vitjað á Havnar Træsmiðju. Fyritøkan er dygdarveitari innan alt træarbeiði, kanska serliga kend fyri framleiðslu av vindeygum, hurðum, trappum, stórum køkum, serliga fínum bíleggingararbeiðum o.ø. Í avbera nossligu hølunum arbeiða 8 fólk, harav 7 handverkarar. Hetta er ein sera grøn fyritøka, soleiðis at skilja, at allar spønir fara ígjøgnum eina dustsúgvaraskipan í eina silo uttanfyri, haðan tær verða leiddar inn í ein brenniovn, sum heldur alt húsið heitt uttan brúk av olju. Til ber at síggja framleiðsluna hjá Havnar Træsmiðju á Facebook - ein heimasíða er eisini ávegis. Tað eru Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad, sum hava leiðsluna um hendi á Havnar Træsmiðju, sum er í Mikinesgøtu 4.

NIRA er ein nýggj corporate finance- og vinnuráðgevingarfyritøka, stjóri er Birgir Nielsen og partnari er Gordon Rajani. Fyritøkan veitir ráðgeving innan keyp og sølu av fyritøkum og vinnuráðgeving annars. Birgir Nielsen er búskapar- og fíggjarfrøðingur og hevur royndir úr bæði bankavinnu og privatari vinnu, Gordon Rajani er búskaparfrøðingur og grannskoðari við royndum úr bankavinnu og við keypi og sølu av virkjum og fastogn. Felagið ger virðismetingar og fer aktivt út at finna bæði keyparar og seljarar, forhandlar besta prís fyri kundan og avsluttar handilin vegna kundan. Felagið veitir eisini fíggjarliga ráðgeving innan eitt nú visjónsstrategi, umfígging og øking av partapeningi. Adressan er Mikinesgøta 6.

SPENN varð stovnað í 2013. Spenn eru ráðgevandi verkfrøðingar við tveimum kendum monnum innan byggivinnuna, Klæminti Eliasen og Áranti Jacobsen. Báðir eru í Føroyum kendir frá eitt nú Landsbyggifelagnum. Klæmint hevur eisini drúgvar royndir við ráðgeving í Oman og Qatar og frá donsku feløgunum COWI og ISC, Árant hevur eisini arbeitt fyri ISC og hevur drúgvar ráðgevararoyndir úr Týsklandi. Spenn veitir ráðgeving og stuðul til prosjektering av øllum berandi konstruktiónum og í sambandi við annleggsarbeiði. Spenn hevur longu fleiri spennandi prosjekt at vísa á, eitt nú nýtt býráðshús til Eysturkommunu, brúgv um Sandá fyri LBF, umbygging av KJ Hydraulikk á Skarðshjalla og eftirlit við stáli á Carlsbergtorninum í Keypmannahavn fyri COWI. Adressan er Mikinesgøta 6.

Fyritøkan Blika er serliga kend um alt landið fyri at umboða sápu og pappír. Og tað er í veruleikanum pappír, tey selja mest av. Umframt eina øgiliga rúgvu av øðrum, líka frá blæum og føstulávintsskortum og -útgerð til børn til amboð og møblar. Fyritøkan selir nógvar møblar og innbúgv annars til eitt nú skúlar og barnagarðar. Á Blika arbeiða 8 fólk í løtuni - harav 3 seljarar - og eigaraviðurskiftini eru soleiðis nú, at danska stórfyritøkan Arctic eigur Blika, sum leigar í hølum hjá fyrrverandi eigaranum. Fyritøkan heldur til í Akranesgøtu 9.