Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BORGARSTJÓRIN Á FUNDI VIÐ ÍSRAELSKA SENDIHARRAN

Dan Klein --- 03.08.2017 - 07:16

Á fundi seinnapartin mánadagin, hitti Annika Olsen, borgarstjóri, ísraelska sendiharran, Barukh Binah, har tey umrøddu ymisk mál av felags áhuga. 

Ísraelski sendiharrin sýndi serligan áhuga fyri mentan og millumtjóða samstarvi. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og ísraelski sendiharrin vóru samd um at kanna møguleikar fyri samstarvi. Serligur dentur varð lagdur á sínámillum samstarv um mentan og at styrkja vinalagið millum Tórshavnar kommunu og Ísrael. Og tí vildi ísraelski sendiharrin eisini virka fyri, at føroyski høvuðsstaðurin fær vinabý í Ísrael. 

Í november verður altjóða ráðstevna í Ísrael fyri høvuðsstaðir og tess borgarstjórar úr øllum heiminum. Á fundinum í dag segði Barukh Binah, at hann vil streingja á soleiðis, at Tórshavnar kommuna eisini verður umboðað á ráðstevnuni. 

Við úr Ísrael hevði sendiharrin eina serliga gávu til Anniku Olsen. Gávan var ein listarlig tulking av granateplinum. Henda fruktin hevur eina serliga ímynd í Ísrael, tí fólkið trýr, at fruktin vælsignar og er góð fyri eitt nú heilsuna. Barukh Binah fekk eisini handað gávu frá Tórshavnar kommunu.

Barukh Binah er útbúgvin á Hebrew University of Jerusalem, Haifa University og Israel's National Defence College. Hann hevur drúgvar royndir í altjóða viðurskiftum og hevur starvast nógv í USA í bæði Washington, Chicago og New York.

Á myndini: Annika Olsen, borgarstjóri, og Barukh Binah, ísraelskur sendiharri.