Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarstjóri Reykjavíkar: Jón Gnarr vitjar Havnina á ólavsøku

Borgarstjórin í Reykjavík kemur sum gestur hjá Tórshavnar Býráð at halda ólavsøku í Havnini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, er í løtuni á vitjan í Reykjavík. Hetta er triðju ferð, at borgarstjórarnir Jón Gnarr og Heðin Mortensen hittast. Eftir at teir hittust seinast beyð Heðin Mortensen Jóni Gnarr at vitja í Havnini, og Jón hevur tikið av og kemur at vitja við fylgi á ólavsøku.

Jón Gnarr hevur ikki áður verið í Føroyum. Hann kemur til Føroya tann 25. juli, steðgar til tann 30 juli og ætlar sær at uppliva ríku mentanartilboðini í sambandi við ólavsøkuna. Við honum eru konan Jóhanna Jóhannsdóttir og embætisfólkini Sigurður Bjørn Bløndal og Katrin Guðmundsdóttir, sum øll fara at búgva á Hotel Hafnia, mitt í ólavsøkuni.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum verður vertur undir vitjanini, fegnast um, at valið fall á ólavsøkuna, nú Jón Gnarr vitjar á fyrsta sinni. Eisini fegnast hann um, at samstarvið við Reykjavík er vorðið avbera gott og at fleiri felags átøk verða framd, samstundis sum samstarvið verður økt í framtíðini á fleiri økjum.

Vitjanin hjá Jóni Gnarr er enn eitt høvi at styrkja hetta samstarv, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.