Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgarar við serligum avbjóðingum mangla oftani eitt millumlið

Í dagsins oftani torskilda og fløkta samfelagi, har lógir og reglur í stóran mun stýra øllum avgerðum, kann vera torført at leggja sær til rættis eina tilveru, sum ger gerandisdagin lættari og einfaldari. Eingin ivi er um, at borgarar við serligum avbjóðingum oftani verða kroystir millum samfelagsskipanina og heimið, hóast møguleikar og tilboð eru til taks. 

Tíðindaskriv 28 september 2015

Tað er eingin loyna, at borgarar við serligum avbjóðingum og teirra familjur hava nógv fleiri avbjóðingar tá ræður um at fáa eina nøktandi tilveru at virka. Fortreytin er, at gerandisdagurin liggur í eini tryggari legu og at skúli, útbúgving og arbeiði og frítið passa til avbjóðingar og tørv. Men hetta kann í mongum førum tykjast torført og í nógvum førum nærum ómøguligt.

Soleiðis nýtast tað ikki at vera, tí oftani vera teir møguleikar, sum onkursvegna finnast, ikki nýttir nóg skilagott, so ein loysn verður funnin, og persónurin kemur í gongd og fær nýtt síni evnir, samfelagnum at gagni.

Vit tosa her um fólk við eitt nú menningartarni, autismu, ADHD, sálarligum ella øðrum avbjóðingum, og í mongum førum ein blanding av hesum fyribrigdum.

Fyri okkum øll er tað galdandi, at vit ynskja at finna okkara pláss í lívinum. Vanliga er hetta ikki so torført, men tað kann vera ein rættiliga stór avbjóðing fyri tey ið hava serligar avbjóðingar at stríðast við og, sum onkursvegna kunnu koma út í so stórar trupulleikar, har bæði persónlig orka og kanska eisini lívsvilji fara.

Í veruleikanum manglar eitt millumlið, ið kann veita ráðgeving og vegleiða, har almenna skipanin kanska ikki røkkur nóg langt. Hetta kann gerast privat ella saman við almennu skipanini.

Fyri mong snýr tað seg kanska um at taka ta truplu samrøðuna og veruliga hyggja upp á umstøðurnar frá grundini av, og haðani fáa sett nøkur átøk í gongd, sum kann flyta persónin fram á til gleði fyri bæði viðkomandi sjálvan, familjuna og samfelagið annars. Vit eru so mikið fá, at vit hava ikki ráð til at missa fólk burturímillum, sum á nakran hátt annars kunnu geva sítt íkast til samfelagið. Hetta er tíverri í mongum førum ikki galdandi í dag.

Tað ræður um at síggja møguleikar ístaðin fyri forðingar, sum tað oftani strandar á, og tá hendir lítið og einki, vísa royndirnar. 

Fyritøkan Megni veitir sosialfakliga og pedagogiska ráðgeving, skeið og tænastur til bæði , borgarar við serligum avbjóðingum, stovnar, kommunur og landið. Talan er um tænastur til borgarar við serligum tørvi, avvarðandi, myndugleikar, og har tað almenna kanska ikki røkkur nóg langt. Arbeitt verður saman við borgaranum har hann býr og virkar.

Vit seta okkum uppgávuna, hvussu ein kann koma víðari í lívinum við teimum avbjóðingum og møguleikum, sum eru. Ikki einans arbeiði, men eisini útbúging, at flyta heimanifrá og fáa nýggjan bústað, hyggja upp á leiklutin hjá foreldrum og øðrum avvarðandi, ella tá broytingar og skifti eru í lívinum, at vera hjásitari og eisini hjálpa til við at skriva til dømis eina kæru. 

Vit veita eisini tænastur til borgarar í heiminum ella í vardum bústaði, og bjóða okkum fram at vera fylgjarar til tiltøk, legur og viðgerðir.

Møguleikarnir eru nógvir, og teir eiga altíð at vera kannaðir. Hetta hava vit áralangar royndir við og góð úrslit at vísa á.