Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgaraløn

Vegna tann áhuga, málið um borgaraløn hevur fingið, hevur ein arbeiðsbólkur í Danmørk kannað, um tað yvirhøvur ber til at arbeiða við hesum uppskoti. Er tað ikki fullkomulig utopi at hugsa slíkt? Fer landið ikki á heysin, um hetta verður sett í verk? 

Tað bólkurin kannaði, var hvat ið hendi um allir borgarar yvir 21 ár fingu útgoldið 10.000 skattafrítt um mánan. Tey, ið fylt høvdu 16, fingu 5000 kr um mánan til tey vórðu 21.

Útreiðslurnar gjørdust 520 milliardir krónur, ið tað almenna kom at rinda út sum negativur inntøkuskattur.

Tað almenna spardi hin vegin útreiðslur til almannamál, herundir arbeiðsloysisstuðul. Her er talan um 350 milliardir krónur.

Tá øll hava fingið útgoldið borgaraløn, er ikki neyðugt at geva botnfrádrátt í skattskyldugu inntøkuni. Øll inntøka kann tí skattast við fimmti prosentum. Hetta hevði í Danmørk givið eina meirinntøku upp á 190 milliardir. Sparingin og meirinntøkan hjá tí almenna kom tí at verða 540 milliardir, ella tjúgu milliardir meir enn borgaralønin kostaði.

Landið hevði tí, eftir hesum at døma, ikki farið á heysin um borgaraløn varð samtykt. 

Tað hevði verið áhugavert at fingið føroyskar búskaparfrøðingar at kanna hetta roknistykkið. Nógv bendir tó á, at leiðin er gongd, spurningurin er bara, um viljin til at gera nakað við málið er nóg sterkur til at vinna á mótstøðuni.

Zakarias Wang