Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borgaraløn

Tann fólkaatkvøða, sum skal vera í Sveis í ár um borgaraløn, hevur fingið mikla umrøðu um allan heim.

Tað uppskot, sveisarar skulu taka støðu til, er um hvør borgari skal fáa útgoldið 15.000 krónur um mánaðin.

Talið sær stórt út. Uppskotsstillararnir siga, at hetta kemur sjálvandi at vaksa um útreiðslur hins almenna, men at tað kemur í staðin fyri so nógvar aðrar útreiðslur, tað almenna hevur í dag. Tær útreiðslur, sum í dag verða veittar teimum gomlu, fara at fella burtur. Sama er við avlamisveitingum og við arbeiðsloysisstuðli, barsilsgjaldi og nógvum øðrum veitingum.

Tað er ikki nakað nýtt í hesum uppskoti. Mæti liberali heimspekingurin Milton Friedman setti tað fram fyri einari hálvari øld síðani, og um allan heim eru tað búskaparfrøðingar, sum siga, at hetta hevði loyst fleiri vandamál.

Tað eru gjørdar beinleiðis royndir við eini slíkari skipan í Kanada fyri einum fjøruti árum síðani. Í einum býi høvdu teir borgaraløn í fleiri ár, og kanningarnar vístu, hvørjar avleiðingarnar í veruleikanum vóru.

Eitt sum ofta verður sagt, er at fingu vit borgaraløn, so hevði eingin tímað at farið til arbeiðis. Men so var ikki. Eins nógv fólk og vanliga fóru til arbeiðis.

Eitt annað úrslit var heilt óvæntað. Tað var at talið av teimum, sum gjørdust so sjúk, at tey máttu innleggjast á sjúkrahús, fall við einum tíggjundaparti.

Hvussu fer at gangast við hesum uppskoti á fólkaatkvøðuni í Sveis er sjálvandi óvist, men tað orðaskiftið, ið har fer fram, fer heilt vist at fáa stóra ávirkan aðrastaðni.

Um hetta er nakað, sum vit skulu royna í Føroyum, er so nakað sum vit sjálvi skulu gera av. Hevði hetta gjørt Føroyar til eitt betri land at búð í ella ikki? Eyðsæð er at støðan hevði batnað hjá teimum sum fingu, men tað hevði hon valla hjá teimum, sum skuldu gjalda rokningina. Avgerandi fyri hvat ið her verður samtykt er hvør av hesum bólkum er sterkastur. Tað kunnu vit so ikki sleppa at síggja fyrr enn uppskotið er reist og liðugt viðgjørt á tingi.

Zakarias Wang