Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Borðtennis: FM kapping í yngru deildunum

Í vikuskiftinum skipaði Borðtennissamband Føroya fyri FM kapping í teimum yngru deildunum. Kappingin var í Ítróttarhøllini í Trongisvági, og spælt bleiv bæði í einmannsleiki og tvímannsleiki í øllum deildum. Lagt var til brots longu fríggjakvøldið við teimum yngstu, og síðani varð hildið áfram allan leygardagin.

Í teimum yngru gentudeildunum var tað TBF, sum var tann tann stóri sigursharrin, men í gentu- og kvinnuunglingadeildini var tað Sólja Djurhuus út TÓR, sum vann. Sólja er eisini júst úttikin til tað føroyska A-landsliðið í borðtennis, sum skal luttaka í Arctic Open í Grønlandi um Hvítusunnuna.

Hjá dreingjunum var tað TÓR, sum vann flestu deildirnar. Her var tað serliga Rói Hjaltason, sum varð tann stóri sigursharrin. Hann vann ikki minni enn tríggjar deildir ávikavist smádreingir, dreingir og mansungligar. Sanniliga eitt bragd av unga Havnarmanninum. 

Vikuskiftið 6.-7. apríl verður so FM kappingin hjá teimum vaksnu avgreidd. Spælt verður innleiðandi fríggjakvøldið 6. apríl, og finalurnar verða leiktar leygardagin 7. apríl í sambandi við stóra finaludagin hjá borðtennis, badminton og judo í høllini á Hálsi.

Myndir av øllum FM vinnarunum eru at síggja á www.btsf.fo.

Úrslitini frá FM kappingini vóru annars hesi:

Pinkur
Einmansleikur
Nr.1 Marin Elisabeth Poulsen, TBF
Nr.2 Rebekka Debes, TBF

Smágentur
Einmansleikur
Nr.1 Anja Wongwai, TBF
Nr.2 Bára Guttesen, TBF
Nr.3 Beinta D. Joensen, TBF
Tvímansleikur
Nr.1 Beinta D. Joensen og Marin Elisabeth Poulsen, TBF
Nr.2 Anja Wongwai og Bára Guttesen, TBF

Gentur:
Einmansleikur
Nr.1 Sólja Djurhuus, TÓR
Nr.2 Beinta D. Joensen, TBF
Nr.3 Anja Wongwai, TBF
Tvímansleikur
Nr.1 Sólja Djurhuus, TÓR og Vivtoria Debes, TBF
Nr.2 Marin Elisabeth Poulsen og Hanna Højgaard, TBF
Nr.3 Anja Wongwai og Bára Guttesen, TBF

Kvinnuunglingar:
Einmansleikur
Nr.1 Sólja Djurhuus, TÓR
Nr.2 Maria Albinus, TBF
Nr.3 Victoria Debes, TBF
Tvímansleikur
Nr.1 Maria Albinus, TBF og Sólja Djurhuus, TÓR
Nr.2 Victoria Debes og Beinta D. Joensen, TBF
Nr.3 Anja Wongwai og Bára Guttesen, TBF

Smápiltar
Einmansleikur
Nr.1 Baldrian R. Nolsøe, TBF
Nr.2 Filip Roest, TBF
Nr.3 Lias Arnason, TBF

Piltar
Einmansleikur
Nr.1 Jósva Højgaard, TBF
Nr.2 Regin oman Tún, TBF
Nr.3 Niels Juul A. Poulsen, TBF
Tvímansleikur
Nr.1 Jósva Højgaard og Filip Roest, TBF
Nr.2 Baldrian Nolsøe og Niels Juul A. Poulsen, TBF
Nr.3 Regin oman Tún og Lias Arnason, TBF

Smádreingir:
Einmansleikur
Nr.1 Rói Hjaltason, TÓR
Nr.2 Tórur E. Eliasen, TÓR
Nr.3 Aron Frankieson, TÓR
Tvímansleikur
Nr.1 Tórur Ei Eliasen og Aron Frankieson, TÓR
Nr.2 Høgni Heinason og Rói Hjaltason, TÓR
Nr.3 Julian Frankieson og Tór Magnus Kruse, TÓR

Dreingir:
Einmansleikur
Nr.1 Rói Hjaltason, TÓR
Nr.2 Tórur Ei Eliasen, TÓR
Nr.3 Julian Frankieson, TÓR
Tvímansleikur
Nr.1 Aron Frankieson og Tórur Ei Eliasen, TÓR
Nr.2 Rói Hjaltason og Høgni Heinason, TÓR
Nr.3 Hallur Ferjá, TBF og Julian Frankieson, TÓR

Mansunglingar:
Einmansleikur
Nr.1 Rói Hjaltason, TÓR
Nr.2 Helgi Ólavsson, TBF
Nr.3 Tórur Ei Eliasen, TÓR
Tvímansleikur
Nr.1 Rói Hjaltason og Høgni Heinason, TÓR
Nr.2 Tórur Ei Eliasen og Aron Frankieson, TÓR
Nr.3 Ári F. Jensen og Julian Frankieson, TÓR