Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bønhoyrt afrikanskt hússetur

Tórbjørn Jacobsen

Onkur hevur havt á orði, at Harrin mangan er tolin mótvegis okkum deyðiligu menniskjum. Tey, sum í løtum skeita inn á sosialu miðlarnar, kunnu eisini staðfesta, at hesin sami Harri eigur eina serliga góðsku í sær mótvegis føroyingum. Sambært Jenisi av Rana er føroyskur politikkur nú vorðin ein unik bráðpanna, har Hann ið øllum valdar samvirkar við Herlufi Sigvaldssyni og vestergaardska dreymaliði hansara, í royndini at vinna okkum so fræg kvotarættindi, sum yvirhøvur til ber. Hin 15. mars skrivar miðflokkaformaðurin soleiðis á Facebook, omanfyri myndini av makrelsveinunum: “Minnist tú hesa myndina og áheitanina um at biðja fyri Damanaki, Jacob og samráðingarfólkunum? Tað var 14. decembur. Lat okum takka Faðir okra fyri úrslitið, sum gjørdist betur enn nakar ímyndaði sær  Harrin er góður! Minst til at biðja fyri teimum, Damanaki, Jacob og samráðingarfólki teirra, at tey mugu taka rættar avgerðir!”

Avgerandi er nú, at vit øll leggja okkum í selarnar saman við Jenisi í bønum okkara. Dag og nátt. Morgun og kvøld. Umráðandi er av grimd at biðja fyri, at europeiska embargo´in – handilsstongsilin – verður skrottað, og at semja fæst um sildina. Verða vit bønhoyrd í hesum málum, so er ongin ivi longur um, at Føroyar eru partur av eini heilt serligari politiskari/himmalskari sferu, sum hevur verið ókend síðani miðøldina.

Umframt hetta tykist formaður Miðfloksins at hava tvey meginmál í lívinum, at boða evangeliið sum privatpersónur og at avsekularisera samfelagið sum mest, - ígjøgnum hina politisku skipanina. Hann er partur av sitandi samgongu, og hevur í ávísum virðismálum fingið vetorætt frá Sambandi og Fólkaflokki. Hann er eitt nú ultimativi dómstólurin, maðurin á avrættingarpelotongini, tá borgararættindini hjá teimum samkyndu við ávísum millumbilum taka seg upp í skipanini.

Nógv stríð hevur í seinastuni verið á heimspallinum um eina lóg, sum ugandiski forsetin Yoweri Museveni hevur sett í gildi. Lógin bannar fólki at vera samkynd, og tekur øll rættindi frá hesum medmenniskjum okkara. Museveni er kortini ikki einsamallur, tí í 36 av 55 londum á afrikanska meginlandinum er homoseksualitetur bannaður og í einstøkum førum kann hetta hava deyðadóm við sær. Skilið er tað sama í Russlandi, Ukreina og í Armenia.

Yoweri Museveni hevur sitið í forsetastólinum í 27 ár, og skilið er ringt í Uganda. Forsetin er notoriskt korruptur, gjógvin ímillum rík og fátæk størri enn mangar aðrar staðir, rættartrygd er eitt tómt hugtak og mong eru tey, sum ikki eiga fyri mat í munnin. Fyri at varðveita valdið er tað tá umráðandi at finna ein minnilutabólk, sum kann gerast fíggindin hjá tí skurvblandaða og stóra meirilutanum. Fíggindin, ið lá næstur vóru tey samkyndu.

Eygleiðarar í miðlaheiminum ivast í, hvørja støðu forsetin innast inni hevur um hesi viðurskifti, og tað er eisini líkamikið, tí tað sum er alt avgerandi fyri hann, og áhugamálini hann umboðar, er fyri ein og hvønn prís at varðveita hitt politiska valdið. Tey samkyndu eru harvið offur fyri einum beinhørðum populistiskum ráki, sum í lóggávu forðar fyri, at eitt stríð um virðir og rættindi hjá borgarunum tekur seg upp í landinum.

Fyri kortum var eitt mál um rættindi hjá teimum samkyndu í Føroyum felt á tingi. Umboð úr øllum andstøðuflokkunum, uttan Gamla Sjálvstýrinum, áttu uppskotið. Samgongan stóð sum ein maður eftir ultimativum kravboðum frá Jenisi og Miðflokkinum, og Kári Páll Højgaard ripaði Kristionnu Winther Poulsen á dyr, fyri at hesin gamli mentaflokkurin ikki skuldi fáa eina skeinu í lakkið og Janus Rein man hava fingið okkurt slag av kvababbilsi, tí lítla løtu fyri atkvøðugreiðsluna rýmdi hann við ferð av tingi, har hann annars varð valdur, m.a. fyri at tryggja teimum samkyndu somu rættindi sum tey heteroseksuellu eiga í samfelagnum.

Eftir atkvøðugreiðsluna eru ábendingar komnar undan kavi um, at politiska gongulagið í samgonguni var meiri kálvakníggjað enn tað, sum vit veljarar fingu fatanina av umvegis miðlarnar. Røddir í Sambandsflokkinum t.d. hava givið ilt av sær, men eftir kravboðum frá Kaj Leo Holm Johannesen, formanni, var ongin slingur í valsinum, tá avgerðin fall og málið um samkyndu rættindini varð foykt út úr okkara lítla heimastýrisparlamenti hin 13. mars 2014.

Ungandiskir tilstandir ráða harvið í Føroyum í rættindamálum, táið tað snýr seg um hvørt samkynd í parlagi formelt kunnu agera í samfelagnum á sama hátt sum aðrir borgarar. Í rættindahøpi. Hóast heimspressan ikki hevur sett ljósvarparan á løgmann í hesum viðfanginum, eitt danskt heimastýri er jú týdningarleyst í heimshøpi, so er tað eitt faktum, at hann í hesi politisku útinnanini hevur kopierað støðuna hjá Yoweri Museveni. Tað ræður um at halda rimmarfast um politiska valdið, tað ræður um at fylgja populistiska rákinum til eina og hvørja tíð fyri at tekkjast teimum, ið røkja haldføri og styrkina í líminum, sum heldur tær føstum á taburettini, og frægasti mátin at vinna sær sjálvum hesar fyrimunir er at forða fyri at virðismál, sum eitt nú løgtingsmál no. 53/2013, vinna frama.

Fyri løgmann snúði løgtingsmál no. 53/2013 (Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning”) seg ikki um rættindini hjá teimum samkyndu í Føroyum, men um rættin hjá Kaj Leo Holm Jóhannesen sjálvum at verða sitandi frammi í skutinum á politisku skútu landsins. Í so máta var Jenis av Rana enn einaferð bønhoyrdur. Og vavsturin av trúgv og politikki aftur knæsettur sum ein veruleiki, vit eftir øllum at døma mega venja okkum við.

Nú er lítið meira enn hálvtannað ár til val verður aftur til Føroya løgting. Stóri spurningurin er, um eitt so frægt alternativ finst eftir tað, at tað kann gera upp við hendan merkiliga leikin, sum borgarar landsins nú eru sjónarváttar til sum apatiskir eygleiðarar. Tað finnast fólk í øllum flokkum, sum eru ógviliga ymisk á máli um omanfyri umrødda spurning, og argumentatiónin er lakari og dyggari í rationalinum, alt eftir hvønn tú tosar við, men eitt fólkaræði, sum ikki virðir sínar minnilutir, hevur undir øllum umstøðum spælt fallit. Kortini fer eitt mál sum hetta at vinna frama, lítil ivingur er um tað, fólkakravið verður eftirhondini so treyst í sínum substansi, at sjálvt teir mest primitivu valdshavararnir smokka undir trýstinum.

Ímeðan kunnu vit taka tað við inn í bønir okkara, at eitt regimeskifti kemur í føroyskum politikki eftir næsta val, sum er nakað meiri modernað enn hendan miðaldarstjórnin, sum nú regerar í Føroyum. Í løtuni tykist einasta loysnin vera, at andstøðuflokkarnir aksla síni skinn, og halda saman fram í eitt val og eftir tað. Leiðsluspurningurin gerst sum oftast stóra minufeltið, tá stjórn skal skipast, men kundi man frammanundan valinum sáttast um, at størsti flokkurin á valinum fær leiðsluni og løgmann í eini nýggjari samgongu, so var nógv vunnið í mun til hendan sorgarleikin, vit nú eru eygnavitni til í okkara kæra landi, og tá slapst eisini burturúr hesum afrikanska hússetrinum, sum fyrst og fremst løgmaður ber kannuna av. Never mind sum papageykur ella apologetur, men sambært formalia er tað nú einaferð soleiðis, at hann situr á valdinum og avgerð hvat tað skal brúkast til, m.a. til at knúlva síni egnu til at ganga í disciplinerari takt, tá Jenis ella Jørgen krevja tað.