Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Hvussu varveita makar lívsgóðskuna í parlagnum, hóast prostatakrabba?" hetta kemur Ann Thomsen at hava eitt upplegg um mánakvøldið 30. apríl. Tiltakið er ætla monnum ið hava ella hava havt prostatakrabba og makum teirra.

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu

Dan Klein --- 17.04.2018 - 09:26

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu
16-04-2018

OBS!! TILTAKIÐ ER ÆTLA MONNUM, IÐ HAVA ELLA HAVA HAVT PROSTATAKRABBA OG MAKUM TEIRRA, SO TAK ENDILIGA KONUNA VIÐ!
 
Prostatabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum monnum, sum hava ella hava havt krabbamein í prostata til eina hugnaløtu.
 
Hugnaløtan verður mánakvøldið 30. apríl kl. 19.00 - 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.
 
Á skránni verður drekkamunnur, prát og hugnalig samvera, umframt at Ann Thomsen, sum hevur havt mann við Prostatakrabba, kemur at hava eitt upplegg um “ Hvussu makar varveita lívsgóðskuna í parlagnum, hóast prostatakrabba?"
 
Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.
 
Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.
 
At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.
 
Um tú ynskir at luttaka, vinarliga boða okkum frá í seinasta lagi mikudagin 25. apríl kl. 12.00 á  317959 ella á teldupost:  kmf@krabbamein.fo
 
Vinarliga
 
Eirikur Ólason Simonsen, fm.