Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu mikukvøldið 4. oktober 2017 kl. 19.00 - 21.00

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu

Dan Klein --- 13.09.2017 - 07:14

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava haft prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu
 
Prostatabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum monnum, sum hava ella hava havt krabbamein í prostata til eina hugnaløtu.
 
Hugnaløtan verður mikukvøldið 4. oktober 2017 kl. 19.00 - 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.
 
Á skránni verður drekkamunnur, prát og hugnalig samvera og Jóhan Poulsen yvirlækni í urologi luttekur á fundinum. 
 
Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.
 
Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.
 
At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.
 
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 2. oktober kl.15.00 á  317959 ella á teldupost:  kmf@krabbamein.fo
 
Vinarliga
 
Eirikur Ólason Simonsen, fm.