Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BÓKAÚTGÁVA: “HERMANN” EFTIR TÓRÐ JÓHANNESARSON

Tíðindaskriv:

Ævisøga um Hermann Jacobsen er útkomin og fæst í sølubúðum kring landið. Hann hevði verið 70 ár 19. februar í ár. Í ævisøguni um Hermann lesa vit um eitt fjøltáttað, sosialt, skapandi og spennandi menniskja. Røddin og maðurin hugtaka okkum enn.

Greitt verður m.a. frá ætt hansara. Mamman, Judith, var ættað av Tvøroyri, og vit hoyra um frásøgukynstur, samhaldsfesti og tað ævintýrkenda í frásøgnini um hana og fólk hennara. Pápi Hermans, Edmund, var úr Fuglafirði, og uppvøksturin hjá Edmundi verður lýstur. Abbin, Sámal í Lambanum, var sjómaður og stórskemtari, so Hermann var ikki langt frá monnum – tá ið hugsað verður um skemt.

Judith og Edmund settu búgv í Sverrisgøtu og fingu umframt Hermann synirnar Hannis og Hera. Tað uddi av lívi og virksemi í Sverrisgøtu. Tey hoyrdu til brøðrasamkomuna, og Hermann gekk øll barnaárini trúliga í Ebenezer; men sum unglingi loysti hann seg spakuliga frá samkomuni. Báði mamman og pápin vóru útbrótarar úr kirkjuni, og hetta við at bróta mørk, var eitt av lyndisdrøgum Hermans.

Hermann gekk sjey ár í Tórshavnar Kommunuskúla, og seinni fór hann út á VBV, har felagslívið var ríkt og gevandi. Fleiri av skúlafeløgunum vóru eins og hann virknir í Tónleikarfelagnum, har Hermann var við til at gera og taka upp fleiri sangir, sum enn eru at hoyra og enn verða sungnir, m.a. Niklas hjá Pena og Sildavalsurin. Hermann var seinasti formaður í Tónleikarfelagnum.

Hann var fyrsti maður í Føroyum, ið lærdi til laborant, men gjørdi seg ikki lidnan. Meðan hann dvaldi í Keypmannahavn, kom hann m.a. at kenna Atla Dam, og teir gjørdist vinmenn fyri lívið. Komin heim til Føroya var hann stutta tíð vikarur í Klaksvík, arbeiðsmaður í Havn, var við til at stovna SU - og starvaðist á Landsskjalasavninum.

Seinna helvt av lívi hansara var rættiliga rokut, og hann spardi seg ikki. Hann spældi við í einum sjey studentakabarettum og nøkrum sjónleikum. Vit kenna hann frá Útvarpi Føroya, har hann gjørdi barnasendingar, útvarpsleikir, sang og skemtaði í V4, og saman við øðrum fór hann undir at geva út Føroya fyrsta myndablað.

Bókin um Hermann er rættiliga bersøgin, og rithøvundurin roynir eftir førimuni at skilja lagnu hansara. Men tó at rithøvundurin hevur roynt sítt ítarsta til at fáa sum mest við, er tó mangt, sum eftir er – so gávuríkur, litríkur og virkin Hermann nú einaferð var, og tí vil hann fegin frætta frá fólki, ið vita meiri um Hermann at siga.

Bókin er slakar 300 síður, myndirnar 200, og hon kostar 300,- kr.