Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bókasøvn í stórari menning

Fjarlestur, lesiringar, filmsýning og íverksetara-verkstova. Alt hetta er á skránni hjá Bókasavninum við Løkin í hesi vikuni. Hesi fjølbroyttu tiltøk eru góð dømi um, hvat bókasavnsvirksemi umfatar í nútíðar samfelagnum. Bókasøvn sum heild, hava ment seg frá at vera væl skipaðar bókagoymslur til at verða breiðir karmar um mentanarupplivilsir, samskifti, vitan og vitanardeiling.

Skráin hesa vikuna

Fjølbroytta virksemið á Bókasavninum við Løkin hesa vikuna, sær soleiðis út:

Mánamorgun: Fjarlestur. Eini 25 fyrsta-árs lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum eru búsitandi í Eysturoy og Norðoyggjum, møta á Bókasavninum við Løkin og fáa fjarundirvísing. Hetta er eitt samstarv við Fróðskaparsetrið.

Týskvøld: Lesiringur. Eini 20-30 fólk hittast fyri seinastu ferð áðrenn summarfrí fyri at umrøða lisnar bøkur. Hetta er samstarv við bókasavnið í Nes kommunu, sum hesuferð eisini leggur høli til.

Hóskvøld: Filmur. Norski filmurin Pionerur verður vístur. Hetta er samstarv við Løkshøll og Filmsfelagið Klipp hjá Norðurlandahúsinum. Fríggjamorgun: Fjarlestur, eins og mánadag.

Fríggjadag til sunnudag: Íverksetara verkstovan StartUp Skálafjørður byrjar fríggjakvøld og heldur fram til sunnudagin. Hetta er eitt samstarv við Íverksetarahúsið í Klaksvík.

Siðbundið og nýskapandi

Tiltøkini hesa vikuna eru góð dømi um eitt bókasavnsvirksemi, sum bæði heldur fast við tað siðbundna og arbeiðir við nýhugsan og menning. Lesiringar er siðbundið, men tó eisini virðismikið virksemi, bæði fyri bókasavnið og luttakarar. Filmsvísingar er eitt sindur meira nýskapandi, hóast ikki ókent innan bókasavnsgátt. Haraftur ímóti er fjarlestur og íverksetaraverkstovan StartUp rættiliga nýskapandi virksemi.

Hesi bæði tiltøkini eru eisini væl í tráð við málsetningin fyri 2014 hjá Bókasavninum við Løkin, har dentur verður lagdur á, at menna bókasavnið í mun til vitanararbeiðaran. Her verður hugsað um m.a. innrætting, tøkni og tiltøk. Meira um málsetningin fyri 2014 og um tilboð til vitanararbeiðarn kann lesast á www.lokin.fo