Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bókakafé á Býarbókasavninum við Lisbeth Nebelong

Fyrsta bókakaféin í heyst verður mánakvøldið 6. oktober kl. 19.30 Rithøvundurin Lisbeth Nebelong fer at tosa við Helenu Dam á Neystabø um skaldskap sín.

Lisbeth Nebelong hevur skrivað væl umtóktu Føroyatrilogiina, sum byrjaði við Når engle spiller Mozart (2003) og helt fram í Færøblues (2008). Í ár kom seinasta bókin í røðini: Møde i mol.

Mánakvøldið fer Lisbeth Nebelong at lesa upp úr Møde i mol og svara spurningum frá áhoyrarunum.