Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bókaframløga í Bø

Í kvøld klokkan 19.30 er bókaframløga í skúlanum í Bø. Har leggur Zakarias Wang fram bókina “Fyrsti salutturin fyri friu Føroyum”. Her verður víst á, at Stórabretland eftir fólkaatkvøðuna 1946 fagnaði teimum fríu Føroyum við einum flaggsalutti. 

Orsøkin til bókaframløguna í Bø er, at av øllum valstøðum í Vága valdømi hevði henda bygd ta størstu undirtøku fyri loysing. Í øllum Føroyum var loysingarmeirilutin 51%. Í Vága valdømi gekk enn betri við undirtøkuni fyri loysing, tí har var meirilutin 59%. Í hesum føri var Bíggjar bygd heilt á odda, tí har var loysingarmeirilutin 91%! Hetta vóru 57% av øllum teimum, sum valrætt høvdu. 

Men tá løgtingið segði seg vilja vera føroyingum, herundir vágamonnum og bíggjarmonnum, lýðið og fara til verka at seta tað í verk, sum tey vildu hava, legði danska stjórnin uppí og sendi løgtingið til hús. 

Spurningurin, sum bókin síðani viðger, er nær og hvussu danska stjórnin hevði fingið heimildina til at at upploysa løgtingið ímóti vilja tess. Fyri at svara hesum verður viðgjørt, um vit við friðarsáttmálanum í Kiel í 1814 gjørdust ein partur av kongsríkinum Danmark. Hesin spurningur er endaliga svaraður við dóminum í Haag 1933, sum segði, at vit fram til tá vóru ein partur av Noregs ríki, og at vit ikki mistu nøkur av okkara rættindum við hesum sáttmála. 

Síðan verður lýst hvussu støða okkara var sum partur av Noregs ríki fram til 1814, bæði við sambandssáttmálanum í miðøldini og við okkara dýru eiðum um at sýna okkara norska kongi lýdni á løgtingi 1662. Tá kongur okkara læt Meginlandsnoreg frá sær í 1814 loysti hann øll tey, sum har búðu, frá lýdnisskylduni, men vit sluppu ikki undan at vera kongi okkara trúgvir tegnar. 

Tá danir í 1849 sluppu leysir av teimum eiðum teir høvdu svorið kongi, kundu teir fáa sær eina fría stjórnarskrá og egna stjórn. Men tann stjórn, teir fingu sær, nápaði tað vald, kongur hevði yvir okkum,og forðaði okkum at fáa okkara stjórnarskrá og stjórn sum kundi stýra okkum kongsins vegna. Hetta var eitt álvarsamt brotsverk, tí harvið vórðu vit forðaði í at taka við fólkasuverenitetinum. Tá vit so í 1946 samtyktu, at vit ikki vildu vera ein partur av Danmarkar ríki, og løgtingið tók undir við hesum, hevði danska stjórnin tí ongan rætt til at leggja uppí við at upploysa løgtingið.

Nógv av tí, sum fall við stjórnaruppskotinum, er ikki sett í verk. Hevði stjórnaruppskotið verið samtykt, so hevði tað ikki borið til hjá føroyingum at tikið lut í altjóða ítróttarsamstarvi. Sigur okkara á Eysturríki í Landskrona hevði ikki borið til! Heldur ikki hevði okkara fiskimálaráðharri havt loyvi til at áseta kvotur av makreli og øðrum fiski. Vit høvdu als ikki havt møguleikar fyri at hava samráðingar við Rusland um tosk í Barentshavinum. Vit høvdu ikki kunna lagt sak við altjóða dómstólar um tann ágang, sum Felagsmarknaðurin framdi ímóti okkum við at boykotta okkara útfluting! Alt hetta og mangt annað gott hevði ikki komið upp á tal um bíggjarmenn ikki høvdu staðið so stinnir og mana ta donsku innlimingarroyndina niður. 

Men øll hesi framstig okkara eru hótt. Nú hava vit tveir fólkatingsmenn, sum berjast sum úlvar á skóg fyri at tann innliming, sum miseydnaðist teimum í 1946, skal setast í verk við at vit skulu innlimast í EEC sum ein danskur landslutur. Eftir at hava lýst støðu okkara í hesi bók havi eg gjørt av at stilla upp til fólkatingsvalið ímóti teimum fyri at fáa fólksins mandat til at halda fram við tí arbeiði, sum løgtingið varð forðað í at gera í 1946, soleiðis at vit ikki missa tey rættindi til tilfeingi okkara, sum vit, hesum sigri í 1946 fyri at takka framvegis hava. Tað er hesa leið, vit skulu ganga um vit skulu gera tað liviligt í hesum landi hjá øllum teimum, sum her vaksa upp.