Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BÓKADAGAR 2016

Í døgunum 26. og 27. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.

Tíðindaskriv

Tveir dagar, fjøruti tiltøk, bøkur og upplivingar í túsundatali. Til dømis hetta:
Linn Ullmann vitjar bókadagarnar Skaldsøgan hjá Linn Ullmann (NO) “Tey óróligu”, sum í ár er tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlanda Ráðsins, er ein skaldsøga um eina mammu, ein pápa og eitt barn”. “at síggja, at minnast, at skilja. Alt er treytað av, hvar tú stendur“ verður sagt í skaldsøguni. Og Ullmann, sum er tað vaksna barnið, sigur frá og hevur eitt týðulugt støði í sær sjálvari, sum ger hana føra fyri at siga frá um foreldrini við eini sjaldsamari góðari javnvág millum innliving og eina meiri hóvliga, eygleiðandi fjarstøðu. Skaldsøgan hevur fingið framúr góð ummæli og hevur longu nú fingið fleiri bókmentaprísir. Vertur: Bergur Djurhuus Hansen

Bommhjarta - Jóanes Nielsen við nýggjari skaldsøgu: Bommhjarta er framhald av Brahmadellunum frá 2010, og søgan tekur við, tá ið Tóvó sleppur úr fongslingum í Horsens, har hann hevur sitið í mong ár fyri tær gerðir hann framdi í tí undanfarnu bókini. Søgan flytir seg aftur og fram í tíð, men kjarnin er allatíðina Tóvó og hansara uppruni í Sumba. Hvussu tað harðrenda altíð fylgir honum, tó at hann mangan vil nakað annað. Einastaðni miðskeiðis í skaldsøguni skrivar hann til mammuna: "Ongin segði, at tað skuldi vera lætt at liva, men viðhvørt ivast mann í um tað er ómakin vert at skula klóra, krúpa og gráta seg ígjøgnum eini fýrs ár, og afturfyri fáa ein spaða av mold í gronina, sum tú plagar at taka til". Søgan um Tóvó er á tremur av harðskapi, girnd, kærleika, óndskapi og mongum øðrum, sum tilveran ser setta saman av. Vertur: Paula Gaard.

Høvi verður eisini at møta: Siri Ranva Hjelm Jacobsen, Bárður Oskarsson, Salla Simukka, Jakob Wegelius, Sissal Kampmann, Oddfríður Marni Rasmussen, Vónbjørt Vang, Sólrun Michelsen, Bergljót av Skarði, Zia Ískasdóttir, Khirvie Jacosalem Reinert, Rosely D. Reinert, Michele Querioz, Elena C. Joensen, Hilda Adzroey Thomsen, Jógvan Arge, Hjálmar Dam, Elsubeth M. Fossádal, Hanus Kamban, Katrin Ottarsdóttir, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Ingun Christensen, Sámal Soll, Oddvør Skarðhamar, Steintór Rasmussen, Lisbeth Nebelong, Elin Brimheim Heinesen, Heðin M. Klein, Flóvin Viderø, Jógvan Isaksen, Sjúrður Skaale, Joan Sørinardóttir, Vónbjørt Vang, Trygvi Danielsen, Jákup á Lakjuni, Kim Simonsen, Sóley Danielsen, Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard, Kinna Poulsen, Edvard Nyholm Debess, Magnus Johannessen, Óli Olsen, Páll Nolsøe, Dorit Hansen, Carl Jóhan Jensen, Svanhild Strøm, Marjun Biskopstø, Daniella Andreasen.

Nógv spennandi verður til børnini á bókadøgunum. Til dømis hetta:
Bókaklubbin bjóðar tær inn í ein spennandi og stuttligan heim við verkstovum, kappingum, upplestri og gandakendum upplivingum. Vitja básin hjá okkum í forhøllini. Vit hava allar tær nýggjastu barna- og ungdómsbøkurnar, góð tilboð, stuttligar gestir og bjóða sjálvandi eisini okkurt gott til góman. Ella kom og hugna tær í lounge’ini við eini forvitnisligari bók ella tekna eina bókamynd. Í básinum kanst tú eisini royna kustin hjá Harry Potter og taka eina kula mynd! Og niðri í Skálanum fara vit á verkstovu við Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat. Um tú fylgir Orðagøtuni niðan á ovastaloft, kanst tú hoyra Søguskrínið, vitja á havsins botni, gera hvalspýggjur, leita eftir krossfiskum og síggja, hvussu eitt igulker sær út – bæði uttan og innan! Síggj eisini forvitnisligar framsýningar við myndum, pallmyndum og video, sum børn hava gjørt.

Shakespeare – Tey føroysku verkini
50% drekkispæl, 50% genial leiklist. Shakespeare er fyri mongum ímyndin av leiklistini. Fyri summum tykist hann heldur háfloygdur og fyri øðrum serliga genialur. Vit fara at sýna Shakespeare leik fyri alt fólkið! Shakespeare Systrarnar megna lætt og skemtingasamt at samantvinna ellivu teir føroyskt týddu leikirnar hjá Shakespeare. Shakespeare Systrarnar, Sóley Danielsen, Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard, saman við leikstjóra Hans Torgarð hava tikið stig til leikin. Høvuðssakliga við tí fyri eyga, at hátíðarhalda tey 400 árini ið eru liðin síðani Shakespare andaðist.

Marjun Syderbø Kjelnæs: Óendaliga vera
Bókhandlarafelagið skrivaði á Bókadøgunum í 2014 út kapping um at skriva samtíðarskaldsøgu, og á Bókadøgunum í fjør varð kunngjørt, at valið fall á Óendaliga vera eftir Marjuna S. Kjelnæs. “At lata eina kvinnu við ongum máli vera høvuðspersón í einari skaldsøgu er bæði originalt og djarvt. Tað minnir okkum á, at eisini tey, sum ikki duga at siga søgur, eru full í søgum – og tær søgurnar kunnu bara rithøvundar fáa fram.” Bergur Djurhuus Hansen um bókina Óendaliga vera. Vertur: Sanna Andrassardóttir Dahl

VÆLKOMIN. Føroyskt sum fremmandmál
Á bókadøgunum fær Bergljót av Skarði vitjan av Zia Ísaksdóttir úr Singapore, Khirvie Jacosalem Reinert og Rosely D. Reinert úr Filipsoyggjunum, Michele Querioz úr Brasilia, Elena C. Joensen úr Italia og Hilda Adzroey Thomsen úr Ghana, sum allar hava lært seg føroyskt. Kom og hoyr teirra søgar. Sera stórur tørvur hevur verið á einari byrjanarbók til útlendingar, eisini til teirra, sum ikki eru so heilt køn í enskum, og nú hava Ungu Føroyar givið út bókina ”VÆLKOMIN. Føroyskt sum fremmandmál – byrjanarstig” eftir Bergljót av Skarði. Bókin er gjørd í samband við undirvísing á Tórshavnar kvøldskúla 2014-16. Bókin er ein byrjanarbók, sum vónandi kann vera ein hjálp hjá útlendingum, sum eru nýkomnir til Føroya.

Teir og Tær. Tónleikur og myndainstallasjón.

Hóast samkynt samlív er ein verandi partur av føroyska samfelagnum, er hetta ikki so sjónligt í tí dagliga. Samkynd pør hava ein gerandisdag, júst sum onnur, ein gerandisdag við arbeiði, børnum, vøggustovu, frítiðarlívi, heimalívi - og annars øllum tí, sum eitt vanligt samlív bjóðar og krevur. Við sínum fototóli hevur Edvard Nyholm Debess yvir eitt longri tíðarskeið verið saman við átta samkyndum pørum, har hann við sínum sigandi og erligu fotomyndum vísir okkum glopp og bitar úr teirra gerandisdegi. Tónleikur: Magnus Johannessen og Edvard Nyholm Debess.