Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bók um sjónleik og Havnar Sjónleikarfelag

Framløga verður í Sjónleikarhúsinum sunnudagin 10. November 2019 kl 16.00

Í 240 ár hava havnarfólk spælt sjónleik, og søgan um sjónleikin í býnum fylgir neyvt søguni um, hvussu Havnin mentist til ein modernaðan bý. Sjónleikur var týðandi partur av tí, sum eyðkendi vaksandi borgarastættina í 19. øld, og fyri tjóðskaparrørsluna var sjónleikur ein savnandi máttur. Í 20. øld fekk sjónleikurin kapping frá biografum, sjónvarpi og hópin av øðrum nýggjum tilboðum, men einki hevur megnað at steðga áhaldandi menningini av sjónleikinum í býnum. 

Í 2018 varð hátíðarhildið, at 100 ár vóru liðin, síðani sjónleikarar stovnaðu Havnar Sjónleikarfelag. Ein partur av 100 ára hátíðarhaldinum var at fáa søguna um sjónleikin í Havn skrivaða. Í bókini verður greitt frá tí, sum Svabo skrivaði um borgarliga mentan í Vágsbotnstíðini, og søgan um sjónleikin verður fylgd gjøgnum alla 19. øld og fyrstu árini av 20. øld, fram til Sjónleikarfelagið varð stovnað. 

Greitt verður frá, hvussu tað eydnaðist Havnar Sjónleikarfelag at fáa bygt Sjónleikarhúsið, og søgan um virksemið í húsinum verður fylgd gjøgnum bæði ringar og góðar tíðir, bretska herseting og mangt annað fram til 1951, tá ið formaðurin Hans Andrias Djurhuus doyði. 

Um tíðina eftir 1951 greiða Eyðun Johannessen og nakrir formenn frá sínum virksemi. Tikið verður saman um ymiskar tættir av søgu felagsins, og greitt verður frá størstu leikuppsetingunum síðstu 70 árini. Aftast í bókini er yvirlit yvir allar leikir, sum hava verið í Sjónleikarfelaginum, við nøvnunum á øllum teimum, sum annaðhvørt hava spælt við ella á annan hátt luttikið í leikuppsetingum.