Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroyarmeistarar í bridge fyri pør: Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen

Bogi og Magni vunnu FM í bridge

Bogi Simonsen og Magni Jøkladal vunnu FM í bridge fyri pør. Kappingin var spæld í Bridgehúsinum leygardagin. Í alt vóru spæld 78 spøl frá kl. 10 fyrrapart til kl. 20.30 um kvøldið. 

Eftir 30 spøl løgdu Bogi og Magni seg á odda og lógu á fyrsta plássi restina av kappingini. Nummar tvey gjørdust Balle Mohr og Árni M. Dam og nummar 3 Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg.

FM pør var seinasta kapping í Føroyum í hesum bridgeárinum, men 20. mai skulu 16 bridgespælarar verða við í íslendsku landspartakappingini Kjørdæmamót.