
Símun Lassaberg og Árni M. Dam nummar tvey.
Bogi og Arne vunnu FM í bridge fyri pør
Føroyameistarakapping í bridge fyri pør var um vikuskiftið í Bridgehúsinum. 20 pør vóru við í kappingini og spæld vóru 74 spøl – frá kl. 10 til 21.30.
Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen løgdu seg tíðliga í kappingini á odda og hildu uttan nakað vingl fyrstaplássið.
Tey fyrstu fýra pørini vóru Bogi Simonsen-Arne Mikkelsen, Símun Lassaberg-Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen-Egil Sondum og Reimund og Jaspur Langgaard.