Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bogi Andreasen og íløguætlanin

Í eini margháttligari grein í miðlunum um dagarnar kemur Bogi Andreasen, býráðslimur, við nøkrum útsagnum, sum fáa ein at hugsa, um maðurin yvirhøvur er partur av Tórshavnar býráði.

Hann skjýtur til høgru og vinstru eftir málum, sum hann sjálvur hevur verið virkin partur av, og finst beinleiðis at borgarstjóranum fyri at skipa so fyri, at álvarsmál koma í drag og ikki verða fíggjarliga raðfest í íløguætlanini.

Lat meg siga beinanvegin, at eg fari ikki at leggja meg út í ein orðadrátt í miðlunum við Boga Andreasen um íløguætlanina í Tórshavnar býráði ella raðfestingar næstu árini, nú vit eru mitt í politisku viðgerðini. Vit hava havt og hava ríkiliga møguleikar at gera vart við okkara hugsan innanhýsis – eisini Bogi Andreasen, um bara hann leggur í og setir seg inn í tingini.

Men tá Bogi Andreasen gevur fólki skeivar upplýsingar, kenni eg meg noyddan til hesar rættleiðingar.

Skúlaøkið

Tá talan er um heildarætlan fyri skúlarnar í kommununi, so kann Bogi Andreasen fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri, at málið er komið í drag. Býráðið samtykti í 2012 ein nýggjan skúlabygnað í kommununi, men í vár varð alt málið latið upp aftur m.a. tí, at Bogi Andreasen ikki longur meinti tað, sum hann meinti hálvt ár frammanundan, tá hann atkvøddi fyri at byggja nýggjan Vesturskúla.

At loysn á skúlamálinum ikki verður raðfest, er heilt einfalt ikki rætt. Á skúlaøkinum standa í løtuni 5 mió kr. tøkar til nýbygging. Hetta verður mett nóg mikið til prosjektfyrireikingar í 2014, tí enn er avgerð ikki tikin um, hvussu framtíðarskúlabygnaðurin skal síggja út í kommununi. Harumframt verða í ár og næsta ár einar 10-12 mió brúktar til umvælingar av verandi skúlum.

Alt hetta eigur Bogi Andreasen sum býráðslimur at vita, men kann vera, at hann hevur trongd til fríspæl í almenna rúminum.

Dagstovnaøkið

Bogi Andreassen sigur eisini, at einki er sett av til dagstovnin Birkilund á íløguætlanini. Hetta er heldur ikki rætt.

Á dagstovnaøkinum eru tilsamans 11 mió kr. at brúka í 2014. Til Birkilund standa 6 mió kr., sum eru játtaðar í 2013, og á íløguætlanini fyri 2014 verður lagt upp til at seta 5 mió kr. av til ein nýggjan dagstovn í Kollafirði. Tørvur er á báðum stovnum.

Eg fari tí at mæla Boga Andreasen til at seta seg inn í viðurskiftini, áðrenn hann loypir út á djúpt vatn í miðlunum og skapar ótryggleika millum fólk. Hetta sáar bert mistreysti og misálit um tað arbeiðið, sum býráðið ger, og sum hann sjálvur er partur av.

Tað er ein góð byrjan at vera í røttu arbeiðsklæðunum. Men fyri at kunna gera nyttu í arbeiðsklæðunum, krevst eisini áræði til at fara til verka, dirvi til at taka avgerðir, og máttur til at standa við gjørdar semjur – eisini alment.

Heðin Mortensen

borgarstjóri