Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bogi Andreasen gliðin á ísinum

Mær kom til hugs vælkenda teknifilmin um Bambi, tá ið eg las greinina um skoytibreytina í Dimmalætting 19. september. Hin eygagóði Bambi verður lokkaður út á ísin, men hann glíður og fløkiskt um síni egnu bein, til hann at enda dettur gjøgnum ísin og má hjálpast uppaftur – illa fyrikomin.

Á sama hátt er við varaborgarstjóranum Boga Andreasen, nú hann ákærir bæði borgarstjóran og fyrisitingina fyri tilvildarliga fíggjarstýring, at brúka pengar uttan játtan og at dylja upplýsingar fyri býráðnum.

Var hetta satt, so var væl skoytað av varaborgarstjóranum, men her dettur hann lúkst gjøgnum ísin, júst sum Bambi.

Varaborgarstjórin letur skilja, at skoytibreytin er keypt av kontu, sum borgarstjórin umsitur. Sum fíggjarnevndarlimur og býráðslimur í fýra ár eigur varaborgarstjórin sum minsta krav at vita, at tað er fíggjarnevndin, sum varðar av og játtar alla fígging av hesi kontu, vanliga nevnd reguleringskontan.

Tað var tí eisini fíggjarnevndin, sum samtykti at keypa skoytibreytina, og tað var fíggjarnevndin, sum avgjørdi at leggja raksturin til hallarumsitingina.

At skoytibreytin hevur hall, er knappliga komið øgiliga óvart á varaborgarstjóran, sum sigur seg einki at hava fingið at vita fyrr “enn langt aftaná”. Langt aftaná hvat? Tí hvønn tann einasta mánað síðan januar 2011 hevur fíggjarnevndin og býráðið góðkent mánaðarroknskapin. Og á fleiri av hesum fundum eins og í mentamálanevndini er kunnað um fíggjarstøðuna hjá skoytibreytini.

Her er sanniliga einki dult fyri býráðnum og her er heldur einki turkað av uppá ítróttahallirnar.

Sum fíggjarnevndarlimur og býráðslimur hevur varaborgarstjórin Bogi Andreasen nevniliga góðkent støðuna so hvørt – og tað hevur hann gjørt yvir 25 ferðir til samans í fíggjarnevndini og býráðnum. Varaborgarstjórin veit tí eisini útmerkað, at einki er farið fram tilvildarliga, í heimildarloysi ella í duldum.

Ætlanin var, at raksturin av skoytibreytini skuldi hvíla í sjálvum sær, men eftir eina royndartíð vita vit nú, at tað neyvan fer at bera til. Tað er serliga kostnaðurin av at seta breytina upp og taka hana niður aftur, sum kostar væl meira enn mett varð. Býráðið skal tí taka støðu til, um høllin skal á fíggjarætlanina við fastari rakstrarjáttan. eins og aðrar hallir og vallir í kommununi.

Eitt er tó vist, skoytibreytin hevur verið eitt sera væleydnað tiltak á Skálatrøð, sum hevur givið lív í miðbýin í myrkastu vetrartíð. Yvir 50.000 børn og vaksin hava skoytað og stuttleikað sær á skoytibreytini. Summi duga væl. Summi eru sum Bambi.

Heðin Mortensen

borgarstjóri