Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðskapurin um fyribyrging hevur bjargað menniskjum!

Tað, at mítt arbeiðspláss sá vandan og vildi gera nakað, hevur bjargað fólki úr vanda!

Nei, eg havi ikki hagtøl, men byggi hetta á tað fólk hava sagt og út frá teimum støðum, tey eru komin í.

Millum annað greiddi ein frá eini støðu, har eldur kom í eini hús, sum høvdu loft, men av tí at hesi høvdu fingið sær útgerð og serliga roykvarnarar, høvdu húsfólkini fingið hesi sekundini meira – at sleppa sær út úr húsunum.

Mín lutur var at arbeiða við hesum og fáa boðskapin út, sum eg haldi hevur vakt ans og gjørt fólk meira tilvitaði um elsdsbruna og at ansa sær.

Í morgin er 1. desember og er tað júst henda dagfestingin, fólk hava tikið undir við.

Boðskapurin er framvegis:
Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum – 1. desember 
        á hvørjum ári.
Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.
Havið eitt brandteppi á høgligum stað.
Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.
Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.
Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.
Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.
Nýtið altíð eldfastar stakar.
Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.

GEVIÐ GÆTUR!!
Ansað VÆL eftir, at vatn ikki stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, 
        og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.
Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.
Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.
Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.

FÝRVERK!!
Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.
Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.
Nýt trygdarbrillur!

Betri fyrivarin enn eftirsnarin!

Fríðálvur A. Jensen