Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Boðanesheimið við frøi og ikki sørt við undran

Røða í sambandi við reisigildi á Boðanesheiminum fríggjadagin 24. februar 2012

Góðu tit, arbeiðstakarar, arbeiðsfólk, býráðslimir, bygginevnd og gestir annars!

Tað er lítið meira enn ár síðan, at vit bæði Halla settu hakan í til Boðanesheimið, og longu nú standa vit aftur her og skulu til at halda reisigildi.

At byggja eitt røktarheim til 64 búfólk við teimum fasilitetum, sum her verða til taks, eigur ikki at vera løtuverk. Men her sýnist at ganga ómetaliga skjótt og væl.

Eg trúgvi eisini, at fólk fara at undrast, tá tey síggja, hvat hetta heim hevur at bjóða, umframt pláss til 64 búfólk – her er stórkøkur og matarhøll, ergo- og fysioterapi, hárfríðkan og fótarøkt, vaskarí, verkstaður og skrivstovur – bara fyri at nevna nakað av tí, hetta heim kemur at bjóða sínum búfólki. Og komandi búfólk á

Boðanesheiminum, sum er von við t.d. teldur, kunnu eisini røkja sítt samband við familju og onnur úteftir við nútímans teldutøkni, tí teldusamband verður lagt inn í hvørt búrúm.

Býráðið valdi at framskunda hesa verkætlanina í mun til langtíðar íløguætlanina, soleiðis at vit skjótt kundu nøkta tann stóra tørv á røktarheimsplássum, sum er her í Suðurstreymoy. Og fyri at fáa tað at ganga skjótt, avgjørdi býráðið at bjóða arbeiði út í heildararbeiðstøku, og setti ein serligan bólk at arbeiða skjótt við at gera eina byggiskrá, samstundis sum ein bygginevnd varð vald, manna av býráðslimunum Halla Samuelsen og Vagnur Johannesen, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, Tinu Johannesen frá Fíggjardeildini og Unnie Justinussen, arkitektur, sum er formaður. Hans Pauli Hendriksen er projektleiðari hj

Tað er enn einaferð Articon sum vann útbjóðingina. Arkitektar eru Albert Isfeldt & Gudmund Hansen og Selmar Nielsen, konstruksjón og el stendur Landsbyggifelagið fyri og Sofus M. Jacobsen & Martin Leo standa fyri HVS.

Arbeiðið við takinum verður gjørt av Inntakt, HVS av Demich og el av Install.

Hetta hevur gingið sera væl og skjótt. Innkomnu tilboðini vórðu upplatin 1. september fyrraárið, sáttmálin við Articon varð longu undirskrivaður tann 9. desember, og vit bæði Halla loystu fyrstu fløgini tann 14. Desember 2010. Útgrevsturin byrjaði longu dagin eftir.

 Byggistig 2 verða málaðar í løtuni og byggistig 4, her vit standa í dag, er lutvíst innilokað, og seinasta byggistigið er um at verða liðugt uppstoypt.

Arbeiðið skal verða liðugt og handað byggiharranum tann 1. oktober í ár, tað vil siga, at samlaða byggitíðin bara er 23 mánaðir. Og tað merkir so samstundis, at bara 8 mánaðir eru eftir. Hetta er eisini eitt stórt arbeiðspláss, her starvast um 50 – 60 mans á plássáinum. Og hetta kemur eisini at verða eitt stórt arbeiðspláss við 80 – 90 starvsfólkum, tá heimið er liðugt.

Stutta byggitíðin ger, at tað í stóran mun verður bygt við liðugt framleiddum bygningslutum á plássinum. Til dømis koma betongelementini úr Íslandi, timburelementini til fasadurnar frá Articon og lidnu wc/baðikabinurnar til búrúmini úr Bretlandi.

Tað er við stórari frøi og ikki sørt við undran, vit í dag síggja, hvussu skjótt og væl tað gongur. Hetta hava vit glett okkum til leingi.

Flelstu tykkara hava ivaleyst eisini hoyrt, at Boðanesheimið fer at verða upphitað við sjógvhita. Hetta er nýtt fyri okkum, og henda ætlanin hevur vakt ans uttanlands, og verður partur av einum katalogi sum norðurlendsku høvuðsstaðirnir eru við at gera, og sum helst verður almannakunngjørt á Norðurlandaráðsfundi í august í ár.

Flestum kunnnugt hækkaði kommunan skattaprosentið og markaði eykainntøkuna til Boðanesheimið. Men tað gjørdi, at hetta stásiliga heimið ikki kemur at liggja sum ein fíggjarlig byrða hjá kommununi – tí tá heimið er liðugt, tá er tað eisini goldið!

Eg fari at takka tykkum øllum, arbeiðstakarum og arbeiðsfólki, fyri eitt heilt einastandandi flott avrik. Hetta er eitt stórt frambrot fyri kommununa á fleiri økjum og vit gleða okkum stórliga til tann dagin, tit handa starvs- og búfólkum lyklarnar til lidna Boðanesheimið.

Stóra takk fyri og góða eydnu við arbeiðnum víðari.

Heðin Mortensen

borgarstjóri